Nógv ymisk tiltøk eru at fara til á hesi fyrstu stevnuni í summar. Samkomurnar í Klaksvík fara aftur í ár at spenna seg út við tiltøkum, bæði úti og inni. Í KFUM&K verða fleiri tiltøk stevnudagarnar, og tað verða tað eisini í Betesda, sum m.a. fer at gera vart við seg sunnukvøldið. Fyrst fer Betesdakórið at syngja í Vágstúni um morgunin, og út á kvøldið verður sangmøti inni í salinum. Og tá tey eru liðug við hetta fara fólk úr samkomuni at hava útifund í Vágstúni. Sambært eini skrá til Norðoyastevnuna verður hetta samstundis seinasta tiltakið.