Bæði B36 og EB/Streymur máttu byrja við hvør sínum lyklaleikara sitandi uttanfyri. Bárður Olsen hjá EB/Streymi og Bergur Midjord vóru báðir skaddir. Men meðan Bárður Olsen als ikki var við hjá EB/Streymi, so kom Bergur Midjord inn í seinna hálvleiki fyri B36.
Allan dystin á tamb var spenningurin øgiligur. Heimaliðið var undir stórum trýsti meginpartin av dystinum, men kortini vóru tað teir ríputtu úr Sundalagnum, sum stóð eftir við sigrinum.
B36 spældi ein fínan dyst, men teir vóru ikki nóg neyvir, tá møguleikarnir komu, og hóast dysturin leikliga var eitt tað lakasta avriki hjá EB/Streymi í ár, so høvdu teir neyuðuga hepni við sær, sum í síðsta enda eisini tryggjaði teimum sigurin.
Vertirnir vandamiklari
B36 var betra liðið í fyrra hálvleiki, ongin ivi um tað, men kortini vóru tað vertirnir, sum vóru vandamiklari.
Teir kjansirnir B36 fekk, komu sum oftast eftir klossut verjuspæl, men ongantíð gjørdist veruligur vandi á ferð hjá René Tórðgarð í EB/Streymamálinum.
EB/Streymur hevði hinvegin heldur ikki so nógv at bjóða upp á frameftir vøllinum. Og tó, tá hálvur tími var leiktur fingu teir bóltin í kassan aftan fyri Jákup Mikkelsen.
Marni Djurhuus missur bóltin á miðvøllinum, men vinnur hann skjótt aftur og setir álopið í gongd.
Marni kemur sjálvur allan vegin framvið, og tað er eisini hann, ið leggur bóltin tvørtur um brotsteigin til Hans Paula Samuelsen, sum lættliga kann leggja heimaliðið framum.
Eftir hetta var um reppið, at EB/Streymur fekk okkurt málið aftrat, tí Arnbjørn Hansen rakti træverkið kring landsliðsmálverjan tvær ferðir áðrenn steðgin, men uttan at nakað meiri spurdist burtur úr.
Seinastu royndina fyri steðgin hevði Mikkjal Thomassen, men René Tórgarð var vakin og vardi fyri frálíka skotinum frá Mikkjali.
B36 á øllum
Í seinna hálvleiki sat B36 á øllum, og EB/Streymur hevði ikki ein erligan málmøguleika í seinna hálvleiki. Tað hevði B36 hinvegin.
Fyrst er Egil á Bø ikki nóg avgjørdur, tá hann undir trýsti frá Sylla, letur Fróða Benjaminsen bóltin, sum tó skjýtur beint framvið málinum. Og lítla løtu seinni er tað Sylla sjálvur, sum er nær við, men hansara stútari fer beint upp um.
Nakað inn í seinna hálvleik fekk Fróði Benjaminsen ein góðan møguleika aftrat, men hann skjýtur mitt á René Tórgarð.
Og seinasta stóra møguleikan átti Sylla aftur, men hansara skot uttan fyri brotsteigin, fer dygst framvið stongini.
Nærri enn tað kom B36 ikki, og soleiðis endaði fyrra hálvfinalan millum EB/Streym og B36 við einum sera, sera teprum sigri til heimaliðið.
Harvið er alt eisini opið til seinna hálvfinaludystin í Gundadali komandi mikukvøld, men áðrenn tann dagurin kemur, er ein landskappingardystur á skránni hjá báðum pørtum.
Har skal EB/Streymur vitja á Toftum og spæla móti botnliðnum B68, meðan B36 brestur saman við arvafíggindarnar úr HB.