Bretsku myndugleikarnir skulu hava betri eftirlit við útlendingum, sum koma til Bretlands at arbeiða. Millum annað skulu myndugleikarnir hava betri eftirlit við útlendingum, sum koma til Bretlands at arbeiða sum læknar.
Tað sigur Gordon Brown, forsætisráðharri, nú tað hevur víst seg, at útlendskir læknar, sum arbeiða í bretska heilsuverkinum, hava samband við yvirgang.
-Orsakað av tí, sum er hent, havi eg biðið ráðharran á økinum taka neyðug stig, segði Brown í Parlamentinum fyrrapartin.
Tey átta, sum higartil eru tikin í sambandi við bumburnar í London og atsóknina í Glasgow, eru úr millum annað India, Irak, Libanon og Jordan.