Betri enn fitness

Hóast hon hevur verið undir skurði fleir enn 20 ferðir fyri mjadnarfeil og slitgigt, hevur Birgitte Drent Sørensen av Sælandi verið til gongu í Mykineshólmanum. Hetta er betri enn fitness, sigur hon

Birgitte er 52 ár, býr á Sælandi stutt sunnanfyri Køge og er fyritíðarpensionist. Tað er hon orsakað av mjadnarfeili og slitgigt. Hon hevur verið fyritíðarpensionist síðani 1995, og hevur ofta verið seingjaliggjandi í longri tíðarskeið eftir skurðviðgerðir. Tá hon hevur gingið, hevur hon verið noydd at stuðla sær við tveimum høkjum. Hósdagin í farnu viku var hon tó til gongu í Mykineshólmanum, har hon heintaði íblástur til málningar og nýtti vøkru náttúruna.


Misskiljing gav íblástur

Tað var á einum túri í Íslandi seinasta summar, at hon fekk mót uppá at fara til gongu í fjøllunum og ógongdum lendi annars. Hon var við einum ferðalagi í Íslandi og ferðaðist, tá tey skuldu ein gongutúr saman við einum lokalum ferðaleiðara. Onkur misskiljing hevði verið millum ferðaleiðara og ferðalag, og hesin túrurin var munandi tyngri og lendið grýtutari, enn hon helt seg vera føra fyri at klára. Men treiskni og eitt jaligt sjónarhorn á lívsins viðurskifti leiddu hana gjøgnum túrin. Síðan tá hevur hon gingið nógv, og hetta hevur styrkt vøddarnar kring mjødnina somikið, at hon í dag bert gongur við einum stavi. Hetta gav henni mót uppá meira, og í farnu viku løgdu tey leiðina til Føroya, har hon ætlaði sær út at ganga í náttúruni og uppliva lívið.


Betri enn fitness

Tá hon hevur verið seingjaliggjandi í longri tíðarskeið, er sjálvsagt tungt at koma í gongd aftur. Læknin hevur mælt henni til at ganga nógv, til tess at styrkja um vøddarnar. Men tá eg spurdi hana um læknin hevði mælt henni til at ganga í fjøllunum, svarar hon við einum brosi, at læknin nokk ikki meinti við at klintra í fjøllunum, tá hann mældi henni til at ganga nógv. Men hon sigur, at tað er betri enn fitness at ganga í fjøllunum, tí at tá fær hon styrkt fleiri vøddar samstundis. Hon mælur øllum við veikum liðum til at ganga meira í fjøllunum. Byrja í smáum, og bygg síðani meira og meira uppá. Harafturat hjálpir tað eisini at verða tilvitaður um sítt brek. Tá tey skuldu ganga oman aftur, og tað gjørdist ov bratt fyri hana, setti hon seg bara á afturpartin og ók omaneftir. Og hon er ikki illa við av hesum, men sær heldur tað stuttliga í tí. “Eg vil heldur aka á afturpartinum, enn als ikki at koma út. Í 2002 var eg í Føroyum við bili, og tá harmaði tað meg at eg ikki fekk møguleikan at ganga úti í náttúruni. Hesuferð slapp eg tó frá at bert verða áskoðari, og eg havi gingið nógv úti í náttúruni seinastu dagarnar” sigur Birgitte smílandi.


Ógvuliga vakurt

Vinkonurnar, ið eru við á ferðini, lata væl at henni. Tá tey steðga á at fáa hvíld, er hon altíð fyrst avstað aftur, og tá tey eru troytt og meira í døpurhuga, hyggur hon altíð ljóst uppá tingini. Hon er náttúrumenniskja burturav, og henni dámar væl at ferðast, m.a. hevur hon verið í Gottlandi, Íslandi, Fraklandi og Føroyum, og næsta ár ætlar hon sær til Grønlands. Tá tey hósdagin skuldu út í Mykineshólman, var lættur mjørki, og høvdu summi hug at harmast um hetta. Men hon segði við tey, at so var tað bara ein øðrvísi túrur, enn um tað var sólskin. Hon segði tað vera ógvuliga vakurt at síggja lundarnar í mjørkanum, og eisini sóu tey hval. “Her er ógvuliga vakurt og tit eru ótrúliga heppin at búgva her” sigur hon. Fyri hana var túrurin í Mykinesi hæddarpunktið á túrinum til Føroya. Her havi eg fingið inspiratión til fleiri málningar, og eg havi longu málað ein málning við kubismu, har Føroyar eru motivið.

Ferðalagið, ið kom til føroya seinastu viku, fór aftur til Danmarkar mánadag seinrapart.