Steinfinn Mittelstein
Valevni sambandsfloksins í Havn
????????
Almennu havnagjøldini eru ein forðing fyri at fleiri útlendsk skipa koma at bryggju í Havn, har tey kunna fáa tænastur og veitingar av ymsum slag. Við lægri havnagjøldum gerast inntøku møguleikarnir tilsamans størri, tí við lægri gjøldum, gerst tað hugaligari hjá skipum at koma at bryggju, og harvið verða tey fleiri, og skapað hesi skipini størri samlaðar inntøkur til Tórshavnar Havn, og ikki at gloyma allar fyritøkurnar í kommununi. Her er hópur av alskyns vinnum, ið høvdu verðið fegnar um øktar inntøkumøguleikar.
Vit síggja øll skipini, ið liggja í Nólsoyarfirði, ári runt, og hevði tað uttan iva hjálpt til, um havnagjøldini vóru lægri. Tað hevði ført við sær, at fremmand skip og reiðarí høvdu haft lættari við at tikið avgerð um at fari til bryggju, og harvið skaptu vit betri møguleikar til vinnuna í kommununi. Mong eru skipini, og skal ongin ivast í, at hettar hevði komi okkara hondverkara- og tænastuvinnu til góðar.
Nú vøksturin í búskapinum er steðgaður, eru umráðandi at kommunan skapar góðar karmar til vinnuna. Her er talan um øktar møguleikar til vinnuna, her er møguleikar at fáa fremmandan valuta til landi, umframt at samhandilin millum Føroyar og onnur lond verður mentur, til gagns fyri allar føroyingar.
Talan er um hópin av tænastum, ið okkara vinna kann bjóða útlendskum skipum; størri og smærri umvælingar, trol- nóta- og annar fiskireiðskapur, oljuveitingar, proviantur og kanska umskipan av veiðu, sum kundi skapt størri virksemi hjá flutningsfyritøkunum.
Hetta vil eg arbeiða fyri.