- Tað kemur fyri, at nýggj hús eru so illa úr hondum greidd, at tað er ikki búgvandi í teimum. Og tað hendir seg eisini, at tey, sum keypa hús, verða um ein háls, tí húsini eru í nógv verri standi enn tey væntaðu.
Í løgtinginum er tað nógvir politikarar úr øllum flokkum sum halda, at skilið, sum nú er, má fáa ein enda.
- Tey, sum byggja sær hús og tey, sum keypa sær gomul hús, hava ógvuliga vánaliga rættartrygd. Tey eru rætt og slætt givin upp til skutil og eru fullkomiliga slept upp á fjall, tí tað eru ógvuliga vánalig útlit fyri, at tey nakrantíð kunnu fáa endurgjald, fáa tey ikki tað, sum tey halda seg hava goldið fyri.
- Og hetta kann verða ein fíggjarlig vanlukka, sum forfylgir einum ungum húski alt lívið, tí talan er um milliónaupphæddir.
Hetta vóru nøkur av sjónarmiðjunum, sum vórðu førd fram í Løgtinginum mikudagin.
Alt ov illa smíðað
Tá ið Løgtingið hevði fund mikudagin, var tað rættartrygdin hjá teimum, sum byggja hús og teimum, sum keypa gomul hús, sum setti dagsskránna.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, fekk heilar tríggjar fyrispurningar um, hvat hann ætlaði at gera fyri at bøta um rættartrygdina hjá teimum, sum skuldu seta búgv.
Fyrst var tað Finnur Helmsdal, sum vildi hava at vita, um nakað røktist fyri, at vit fingu eina byggilóg í Føroyum.
Hann helt, at tað var ógvuliga átrokandi at fáa eina slíka lóg, tí tað kemur meiri enn so fyri, at nýggj hús eru alt ov illa frágingin. Tað kann vera, at dimensjónir á tilfari ikki í lagi, at tey ikki eru nóg orkusparandi o.s.fr.
- Tað hendir seg eisini, at nýggj sethús, eru so illa smíðað, at tað er ikki búgvandi í teimum. Tí er tað neyðugt at vit fáa eina lóg, sum gevur teimum, sum skulu byggja, eina rættartrygd og sum gevur myndugleikum møguleika at hava eftirlit við bygging og heimild at krevja, at øll bygging stendur mát við dagsins krøv.
Hann nevndi, at hesin spurningurin er serstakliga átrokandi, tá ið hugsað verður um alla bygginginga, sum er, og verður næstu árini, har túsundtals íbúðir verða bygdar.
Keyparin einsamallur í verðini
Síðani vóru tað John Johannessen og Bill Justinussen, sum vildu hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlaði at gera nakað fyri at tryggja teimum, sum keypa hús, nøkur rættindi, tá ið tey góvu sítt lív og sína lagnu upp í hendurnar á húsaseljarum, húsameklarum og løgfrøðingum.
- Serliga í miðstaðarøkinum er ógvuliga torført hjá ungum at fáa føtur undir egið borð, segði John Johannessen
Hann sigur, at sum støðan er nú, er eru tað einans seljarar og meklarar, sum seta treytirnar, samstundis sum keyparin stendur púra einsamallur við lítlari og ongari rættartrygd.
Hann heldur, at tað tí er neyðugt at skipað hetta økið við lóg sum skjótast. Í hesum sambandi heldur hann, at tað eigur at vera krav, at støðulýsing verður gjørd av húsum, sum eru til sølu og at reglur eiga at vera fyri, hvussu tað skal revsast, er støðulýsingin skeiv.
- Somuleiðis eigur ognarskiftistrygging at vera eitt krav, eins og krøv eiga at verða sett til meklaravirksemi.
Hann heldur, at tað er neyðugt, at vit fáa bæði lógarreglur og etiskar leiðreglur fyri, hvussu farast skal fram.
At keypa hús í dag er sum at fara á ein gøtumarknað í einari bygd í suðurlondum, har ongar reglur eru galdandi.Veruleikin er eisini tann, at meklarin hevur áhuga í at selja so dýrt sum gjørligt, tí meir fær hann í ómaksløn.
Forflygir fólki alt lívið
Eisini Bill Justinussen vísir á, at tað kemur meiri enn so fyri, at húsakeyparar verða illa fyri, tá ið teir keypa hús. Í øðrum londum er er keyparin lógartryggjaður ímóti órætti, men í Føroyum er hann verjuleysur.
- At fáa tak yvir høvdið er helst týdningarmesta fortreyt fyri einum góðum lívi og tí strekkja fólk seg langt fyri at útvega sær bústað.
Hann vísti á, at kappingin á húsamarknaðinum er harðari enn nakrantíð og tí eru tað støðugt fleiri, sum noyðast taka avgerð, uttan at hava fult innlit og uttan at hava øll neyðug fyrivarni tryggjað.
Hann sigur, at á føroyska sethúsamarknaðinum eru tað seljarin og meklarin, sum seta treytirnar og keyparin er tann, sum kann koma illa fyri.
- Vanlukkan er, tá ið ung húski taka stór lán fyri at seta búgv á fyrsta sinni og síðani koma í ta støðu, at húsini, tey hava keypt, ikki standa mát við prísin. Í slíkum føri kann vantandi lógarverja hava álvarsliga ávirkan á fíggjarstøðuna hjá húskinum í mong, mong ár framyvir, sigur Bill Justinussen.
Umframt teir tríggjar løgtingsmenninar, Finn Helmsdal, John Johannessen og Bill Justinussen, ið reistu spurningin, vóru tað eisini nógvir aðrir tinglimir úr øllum flokkum, sum tóku orðið og teir tóku allir undir við, at arbeitt verður við málinum, so at rættartrygdin hjá teimum, sum byggja ella keypa hús, verður betri enn hon er nú.
Einastu, sum høvdu eitt ávíst fyrivarni, vóru Óli Breckmann og Kaj Leo Johannesen.
Óli Breckmann ávaraði ímóti at laa pappírsveldið trongja okkum upp í ein krók, men hann staðfesti samstundis, at rættindini hjá teimum, sum byggja ella keypa hús, skulu sjálvandi tryggjast.
Kaj Leo Johannesen ávaraði ímóti at lata hetta málið taka arbeiðsorku frá teimum arbeiðsuppgávum, sum almenna umsitingin longu hevði og sum tað ikki nóg nógv orka var til frammanundan.
Hann helt kortini, at tað var gott, at spurningurin verður reistur.