Betri støði at kappast á

Í dag hava allar tær gomlu deildirnar hjá Amagerbanken broytt navn til BankNordik. BankNordik verður nú ein sjónligur banki í høvuðsstaðarøkinum í Danmark og ætlar at styrkja sína støðu í økinum.

Tann 1. juli í ár yvirtók BankNordik sunnu partarnar av Amagerbanken og kundi harvið bjóða umleið 82.000 privatkundum og 10.000 vinnukundum vælkomnum. Síðani hevur bankin lagt nakrar deildir saman í størri eindir fyri at styrkja førleikarnar í deildunum. Samstundis eru nýggir deildarstjórar útnevndir, og starvsfólk bankans – fleiri teirra úr Føroyum – hava arbeitt miðvíst fyri at tryggja eitt gott og smidligt skifti til BankNordik fyri mongu nýggju kundarnar.

Nú er BankNordik eisini vorðin sjónligur í býarmyndini í Keypmannahavn. Mánadagin 28. november fekk Amagerbanken navnið og búmerkið hjá BankNordik.

- Nú fáa vit eitt nýtt og sterkari støði at kappast á, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.