Betri útlit fyri scannaranum

Tá tað á sinni frættist, at scannarin á Landssjúkrahúsinum, ið vísir veikleikar í beinagrindini, møguliga mátti av landinum aftur, var Vágs Matmøðrafelag fyrst at gera vart við seg og bjóða stuðul. Seinni kom fram, at onnur høvdu aðrar heildarloysnir í huga og tískil varð ikki meira gjørt. Men einki er hent í málinum, og felagið er tí farið undir stuðulstiltak

Mong eru tey, ið kenna seg vónbrotnan, tí peningur ikki er til taks, so leigaði scannarin á Landssjúkrahúsinum kann keypast og ikki má av landinum aftur.

Fleiri hava sagt seg vilja stuðlað og onkur er farin undir stuðulstiltak.

Tá Elin Mørkøre, lækni, í Svf á sinni boðaði frá, at scannarin møguliga mátti av landinum aftur, var Vágs Matmøðrafelag fyrst í telefonini til Elina Mørkøre fyri at vísa sín stuðul.

Seinni komu m.a. býrðáspolitikarar við tilmælum um keyp av tólinum, men so hendi ikki meira í málinum.


Stuðulstiltak

Vágs Matmøðrafelag hevði í hyggju at seta seg í samband við Kvinnu Samskipan Føroya og hetta er nú gjørt.

Vágs Matmøðrafelag hevur í samstarvi við Einar Larsen á Tvøroyri sent út skriv til feløg og stovnar í Suðuroynni, har heitt verður á tey um at stuðla, so scannarin ikki fer av landinum.

Øll kunnu stuðla

Kontoir eru stovnaðar í øllum peningastovnum, nevndar Scannarin, har til ber hjá øllum at seta inn stuðulsupphæddir.

Vágs Matmøðrafelag hevur sent skriv til øll kvinnufeløg í landinum, sum síðani taka sær av stuðulstiltakinum í sínum økjum, og senda út áheitanir til stovnar og feløg.

Øll feløgini hava verið sera positiv og hava tikið væl undir við tiltakinum.


Freistin

Fæst peningur ikki, so má scannarin av landinum aftur og freistin er um at vera úti.

Stigtakararnir til stuðulsátakið vóna tó í fyrsta umfari, at til ber at fáa til vega tær umleið 25.000 krónurnar, sum mánaðarleigan er fyri scannaran.

Elin Mørkøre, lækni, minnir tó á, at avtalan uppá 25.000 krónur bert var í 8 vikur og at óvist er, um leigan kann leingjast og hvat prísurin so hevði verið, so miðast má eftir at keypa tólið.

Elin Mørkøre sigur, at fólk í dag blíva eldri og eldri og livimátin hevur við sær, at mong hava ov lítið kálk, so vandin fyri beinbrotm er størri.


Peningur at spara

Við scannaranum er møguleiki fyri fyribyrging, og á henda hátt er eisini peningur at spara, tí tað slepst undan viðgerð, venjing og eisini slepst undan at ansa teimum, ið ikki gerast frísk eftir beinbrot.

Elin Mørkøre sær ongan vanda í, at tað møguliga koma meira enn tann neyðuga hálva milliónin inn við innsavningini.

Hon metir, at møguligt yvirskot kann ein altíð nýta til okkurt, men tað má vera í samráð við tey, ið hava savnað peningin, leggur hon dent á.