Betri veður í væntu

Í dag fer eitt lágtrýstsøki sunnan fyri Ísland spakuliga í ein eystan og viknar, meðan tilhoyrandi brúgvaløgini koma inn yvir Føroyar av útsynningi. Sunnudagin og mánadagin kemur væntandi eitt nýtt djúpt lágtrýst móti Íslandi av suðri, og tilhoyrandi brúgvaløg við regni og vindi nærkast Føroyum og koma væntandi inn av útsynningi seint mánadagin.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Seinnapartin snarar hann í ein sunnan og útsynning og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Alt samdøgrið fyri tað mesta skýggjað og okkurt skifti ælaveður ella regn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig. Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri, sum lækkar í ein eystan, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina millum 8 og 12 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 6 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, men um náttin skýggjað og regn í støðum. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina um 10 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 6 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn í støðum og hitin millum 12 og 15 stig. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum fer í ein sunnan og útsynning. Skýggjað og regn av útsynningi, út á nátttina fyri tað mesta turt, men skýggjað. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/, sum um náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Sólglottar, um náttina skýggjað og kanska regn. Hitin um dagin millum 12 og 14 stig, um náttina um 10 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, fyri tað mesta av suðri, undir 8 m/s. Fyri tað mesta turt og í løtum sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina um 10 stig.