Betrideildin: Veddingarfyritøkurnar hava fimm greiðar favorittar

HB á heimavølli móti AB er tann størsti favoritturin, og B36 á heimavølli móti B68 er tann minsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum

Savnsmynd

Páskaaftan verður fult umfar í Betrideildini hjá monnum:

 

Klokkan 13: B36-B68 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Klokkan 15: ÍF-Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Klokkan 16: EB/Streymur-TB

 

Klokkan 17: 07 Vestur-KÍ

 

Klokkan 18: HB-AB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á allar fimm dystirnar. HB, KÍ, EB/Streymur, Víkingur og B36 eru hjá veddingarfyritøkunum greiðir favorittar til at vinna dystirnar hjá sær.

 

Størsti favoritturin er HB, ið tekur móti AB á heimavølli. Hægstu oddsini upp á HB-sigur eru 1,15 og minstu oddsini upp á AB-sigur eru 10,75. 

 

##med2##

 

Næststørsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum er KÍ hóast teir spæla á útivølli móti 07 Vestur, ið hevur tryggjað sær fýra av seks møguligum stigum á heimavølli á Dungasandi í Sørvági. Hægstu oddsini upp á KÍ-sigur eru 1,21. Minstu oddsini upp á 07 Vestur-sigur eru 7,50: 

 

##med3##

 

EB/Streymur sum spælir móti TB á heimavølli í Hólmanum á Eiði, og Víkingur sum spælir móti ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði eru javnstórir favorittar í sínum dystum. Hægstu oddsini uppá sigur til Víking eru 1,30, og minstu oddsini upp á sigur til ÍF eru 7,25:

 

##med4##

 

Hægstu oddsini upp á sigur til EB/Streym eru 1,33, og lægstu oddsini upp á sigur til TB eru 7,20:

 

##med5##

 

Minsti favoritturin, um enn teir eru greiðir favorittar er B36 sum spælir móti B68 á ovara vølli í Gundadali. Hægstu oddsini upp á B36-sigur eru 1,45, og lægstu oddsini upp á B68-sigur eru 5,50:

 

##med6##

 

Savnsmynd