BIAB konsertferð: »Fyrst tekur tú Manhattan...«

Boys in a Band eru í løtuni á konsertferð og spæla á nøkrum av týdningarmestu showcase festivalunum í heiminum, Canadian Music Week í Toronto og South by South West í Texas. Umframt hetta steðga teir eisini í New York, har teir m.a hava framført á ráða undirgrund staðnum, Lit Lounge í East Village í Manhattan

Gerandisdagurin gongur sína vanligu gongd her heima, og lítið merkja vit til tað, ið rørir seg, hjá Boys in a Band. Men faktiskt eru dreingirnir í løtuni á týdningar­mikl­ari konsertferð í Amerika og Canada. Teir spæla á heimsins størstu showcase festivalunum, umframt á feitum barrum og spæli­støðum.

Løgdu hart út í Toronto

Boys in a Band byrjaðu ferðina í Toronto, har tvær framførslur vóru á skránni. Tann fyrra var til sýnisglugga tiltak hjá PR-felag­num Musebox á spælistað­num »Wrongbar« mitt í býnum. Muse­box ger PR fyri øll tey norður­lendsku tónleika-útflutn­ings­ráðini í samband við South by South West (SXSW) og er m.a amerikanskt PR-felag hjá størsta norska showcase festivalinum, by:Larm, har boysarnir spældu fyri stuttum og fingu framúr góð ummæli.

Framførslan á »Wrongbar« gekk sum skilst á blogguni hjá Jón Tyril (dimma.fo/Bloggan/jon.tyril), ið er við dreingjunum á ferðini, framúr væl, og teir ogn­aðu sær eina ørgrynnu av góðum kontaktum til hetta giggið.

»Pure old school rock’n’roll adrenaline«

Onnur framførslan í Toronto var almenna Canadian Music Week konsertin, ið teir spældu leygar­kvøldið á einum staði, ið kallast Annex Wreckroom. Tað var kalt og kavi, men hóast hetta hevði væl av fólki samlað sær dirvi, lagt seg í lag við keðiliga veðrið og verið til staðar hetta kvøldið.

Eftir øllum at døma hevur hendan framførslan eisini sligið ígjøgnum. Jón Tyril sigur, at hetta er tað besta, ið hann yvir­høvur hevur hoyrt frá Boys in a Band, og hetta ummælið, ið stend­ur at lesa á Chromewaves.com, skrivað av blaðmanni, ið eitur Frank Yang, gevur eisini framúr positivan dóm:

»Their live show was pure old school rock’n’roll adrenaline. They struck a fine balance between being deadly serious and deadly unserious (with a keyboardist who looks like a kimono-clad Capt. Jack Sparrow with a wireless keytar, how serious can they be?) but wholly entertaining. There were stage invasions, audience invasions, rocking out on top of the bar and group hugs. Great fun.«

Nøktaðu kræsna fjøld

Týskvøldið var gigg í New York á skránni, áðrenn leiðin gekk víðari til SxSW í Texas. Í New York spældu Boys in a Band í Lit Lounge í Manhattan. Hetta er ein kræsin og ráð undirgrund bar, ið setur høg krøv til tónleikin, ið verður spældur. Á heimasíðuni hjá staðnum undir »booking« stendur skrivað rættiliga greitt, hvat fyri tónleik tey vilja hava har:

»Lit is a punk rock venue. However, we believe that punk rock can also be played on a violin. If you don’t understand this semi metaphor or are a little confused then don’t submit your band.

We don’t want any top 40 wanna­bees. In fact we don’t want any band who has formed for the sole purpose of financial gain and we definitely don’t book »Cover Bands«. Original music only please.«

Boys in a Band kláraðu seg væl, og kræsnu áhoyrararnir vóru ógvuliga væl nøgdir. Eisini hendan framførslan var komin í lag ígjøgnum PR felagið Musebox.

Tað er nú, tað hendir

Seinasta og allarhelst mest avbjóðandi framførslan hjá Boys in a Band á hesari konsertferðini, verður í kvøld, tá teir skulu spæla á heimsins størsta showcase festivali, South by South West í Texas, Austin, har fleiri hundrað bólkar framføra á yvir 80 spælistøðum.

Tað er ikki so torført at ímynda sær, at hendan framførslan og konsertferðin yvirhøvur kann gerast avgerðandi skotið fyri Boys in a Band. Eftir framførslum og dómum frá áhoyrarnunum at døma, er tað nú, tað hendir. Tað er nú, teir byrja at byggja sín fjepparabasa upp kring heimin, og tað er nú, tann mest avgerðandi tíðin fyri teirra tónlistarligu yrkisleið er á skránni.

Vit fylgja væl við í kvøld, tá farið verður á pall í Texas, Austin, og í hvussu dreingirnir fara at megna at hugtaka lurtara­skaran til South by South West.