Biden forseti leysur úr koronasóttarhaldi

Amerikanski forsetin Joe Biden er á fyrsta sinni síðani 20. farin úr Hvítu Húsunum

 

Amerikanske forsetin, Joe Biden, kann eftir langa tíð í koronusóttarhaldi fara úr Hvítu Húsunum, har hann hevur verið síðani 20. juli. - Foto: Manuel Balce Ceneta/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er í dag komin úr koronusóttarhaldi. Tað skrivar tíðindastovan AFP. 

Forsetin fer úr sóttarhaldinum, tí hann í tveir dagar á rað er staðfestur negativur. Tað er fyrstu ferð síðani 20. juli, at Joe Biden er farin úr Hvítu Húsunum.

– Eg havi tað gott, segði ein smílandi forseti sambært AFP, tá hann var á veg í eina tyrlu, sum skuldi flyta hann til summarhúsið í Dealware.

Á fundi við fjølmiðlar boðaði Biden frá, at hann stuðlar tí veðurlags- og heilsupakka, sum senatið í dag skal atkvøða um.

– Eg haldi, at hann verður samtyktur, segði hann við tíðindafólkini.

Forsetin kann taka upp aftur bæði almennar fundir og ferðavirksemi, skrivar læknin hjá Biden, Kevin O'Connor, í tíðindaskrivi, í sambandi við, at forsetin er farin úr sóttarhaldinum.

Tann 79 ára gamli forsetin hevur verið leingi í sóttarhaldi, tí royndirnar alsamt vóru positivar.

Sambært almennu skránni hjá forsetanum skal hann í morgin til Kentucky, har hann skal vitja øki, sum seinastu tíðina eru raktar av vatnflóð.

Tað hevur áður verið tosað um aldur forsetans og heilsustøðu hansara, serliga frá mótstøðufólki.

Hann er tann forsetin, sum hevur verið elstur, tá hann varð valdur til embætið sum forseti í USA. Hann var 78 ár, tá hann tók við embætinum.

/ritzau/

 

Amerikanske forsetin, Joe Biden, kann eftir langa tíð í koronusóttarhaldi fara úr Hvítu Húsunum, har hann hevur verið síðani 20. juli. - Foto: Manuel Balce Ceneta/Ritzau Scanpix