Biden og Putin samdir um at gera vandan fyri kríggi minni

Forsetarnir fyri USA og Russland siga í felags fráboðan í kvøld, at teir gjøgnum samrøðu vil økja eftirlitið við vápnum.

Teir høvdu eisini stundir at smílast, russiski forsetin Vlademir Putin og amerikanski forsetin, Joe Biden, sum hittust á toppfundi í Genve seinnapartin í dag. - Foto: Peter Klaunzer/Ritzau Scanpix

Meðan amerikanski forseti, Joe Biden, og russiski forsetin, Vlademir Putin, í hvør sínum bilafylgi skundaðu sær til síni flogfør heim frá toppfundinum í Geneve í Sveis, sendu embætismenn teirra eina felags fráboðan út til almenningin.

 

Tað er tann fráboðanin, sum snýr seg um vápnaeftirlit. Um at minka um vandan fyri kríggi.

 

USA og Russland hav heimsins størstu kjarnorkuvápnagoymslur.

 

Í fráboðanini í kvøld siga teir, at teir eru samdir um málið um at tryggja friðin. Tí tað minkar um vandan fyri vápnaum ósemjum og hóttanum um kjarnorkukríggj.

 

Fráboðanin endurtekur eisini gamla lærusetningin, sum var so kendur undir kalda krínum:

 

– Eitt kjarnokjukríggj kann ongantíð vinnast og má ongantíð herja.

 

Á tíðindafundinum eftir toppfundin segði Biden, at forsetanum høvdu avtalað, at hernaðarserfrøðingar frá báðum londunum skuldu hittast fyri at tryggja eftirlit við nýmentum vápnum.

 

Vápnaeftirlit var eitt av fleiri evnum, sum Biden og Putin tosaðu um at sløkum fýra tíma langa toppfundinum í Villa La Grange í eini stórari lud í Geneve.

 

Teir tosaðu eisin um cyberálop.

 

USA leggur Russland undir at fremja nógv álop á telduskipanir í amerikonskum virkjum og stovnum.

 

Forsetarnir vórðu samdir um, at tær báðar stjórnirnar nú skulu fara undir at tosa um cyberálop.

 

Biden segði, at hann hevði sagt russiska starvsfelaga sínum, at USA hevur góðar møguleikar fyri at fremja cyberálop. Og at USA fer at svara aftiur, um tað koma álop.

 

– Kritiskan infrastruktur skal man als ikki nerta við, segði Biden.

 

Putin segði, at tey flestu cyberálop í Russlandi koma úr USA.

 

Onnur evni á toppfundinum vóru mannarættindi, herundir viðurskiftini hjá russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj.

 

Hann situr í fongsli og er sjúkur, og Bien segði, at hann hevði sagt ið Putin, at um Navalnyj doyr í fonglinum, kann tað gerast »oyðileggjandi fyri Russland«.

 

Forsetarnir samdust eisini um, at sendifólk teirr, sum eru heimsend, skulu aftur til ávikavist Moskva og Washington D. C.

 

Tey vóru heimkallað í mars og í apríl, tá kuril var á tráðnum, eftir at Biden hevði kallað Putin fyri ein »drepara«.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Teir høvdu eisini stundir at smílast, russiski forsetin Vlademir Putin og amerikanski forsetin, Joe Biden, sum hittust á toppfundi í Genve seinnapartin í dag. - Foto: Peter Klaunzer/Ritzau Scanpix