Bil- og motorsúkklutreff verður í Fuglafirði

- Tiltakið er ætlað ellisakførum, serbilum sum eitt nú amerikanskum bilum, umbygdum bilum og øðrum spennandi bilum, motorsúklum og serligum knallertum.

Leygardagin hin 19. august skipa Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bil- og motorsúkklutreffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði.

- Vit skipaðu fyri biltreffi í 2018 og 2019, og undirtøkan var rættiliga bæði árini. Orsakað av korona hevur tiltakið ligið í dvala, men nú herja vit á aftur.

Soleiðis siga tey í Fuglafirði, sum umboða felagið og tiltakið.

- Tiltakið er ætlað ellisakførum, serbilum sum eitt nú amerikanskum bilum, umbygdum ella "pimpaðum" bilum og øðrum spennandi bilum, motorsúklum og serligum knallertum.

Sagt verður, at hugskotið við tiltakinum er at savna so nógvar bil-entusiastar saman sum gjørligt, har hesir kunnu vísa fram síni akfør, fáa íblástur frá øðrum entusiastum og hugna sær.

Fuglafjarðar Ellisakfør hevur 11 ár á baki.

- Vit hittast  javnan mikukvøld í hølum felagsins. Í hølunum er eisini pláss hjá limum at hava akførini standandi. Hesi verða javnan víst fram til áhugað, sum koma framvið í býnum.

Tey, ið hava hug at verða við sínum akfari til tiltakið, kunnu møta við ítróttarhøllina á Kambsdali klokkan 13.30, leygardagin hin 19. august, haðani øll verða við í rekkjukoyringini inn til Fuglafjarðar.

- Ellisakførini koyra rekkjukoyring frá ítróttarhøllini gjøgnum Kambsdal og til Fuglafjarðar, har koyrt verður til parkeringsøkið við Mentanarhúsið, har akførini verða sýnd fram.

Lagt verður aftrat, at tiltakið verður frá klokkan 14–17.