Eisini í febrar mánaði var talan um størri innflutning av akførum, um sammett verður við 2006 Men tað tykist tó, sum er stagnatión við at koma í vøksturin. Tølini fyri februar mánað í ár sýna ein vøkstur á bara trý akfør. Persónbilainnflutningurin øktist við tveimum bilum.
Størstu einstøku frávikini vóru í innflutningi av motorsúkklum og vøruvognum. Bert tvær motorsúkklur vórðu innfluttar í februar í ár mótvegis 10 í fjør. Hinvegin vórðu 41 vøruvognar skrásettir í farna mánaði. Tilsvarandi talið fyri februar 2006 var 22 bilar.
Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár er talið av innfluttum og skrásettum akførum økt við 4,66%. Úr 343 í 359.