Løgreglan sigur, at tað vóru einir fýra fimm bilar, sum stóðu parkeraðir á Tinghúsveginum og í R. C Effersøesgøtu stóðu fyri skotum.
Løgreglan sigur, at spegl eru brotin, nummarplátur skræddar av og somuleiðis er ein rútur eisini brotin.
Herverkini eru framd beint fyri klokkan fýra í nátt. Løgreglan hevur illgruna til ein ávísan gerningsmann og seinni í dag fer løgreglan at banka upp á hjá honum.
|