Bilar í Kringvarpinum

Annað árið á rað hevur Kringvarpið havt ummæli av nýggjum bilum sum fastan tátt hvønn mikudag í sendingunum Bylgjan. Stórur áhugi er fyri sendingunum, sum verða væl móttiknar av lurtarunum, sigur Fróði Løksagarð, vertur á sendingini

Í 2002 varð fyrsta royndin gjørd við at ummæla nýggjar bilar í eini útvarpssending, talan var um sendingina Panorama, sum varð send leygardag eftirmiddag.


Síðan februar 2007 hava bilsendingar verið fastur partur av vetrarskránni í seinnapartssendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hvønn mikudag.

Fyrst var tað Kári Sólstein, útvarpsmaður, sum var vertur, og nú er tað útvarpsmaðurin Fróði Løksagarð, sum er vertur á bilsendingunum.


Sendingarnar eru mikudag klokkan 15, samstundis sum Sosialurin kemur á gøtuna við myndum av bilunum, so tey sum hava áhuga kunnu síggja hvussu bilarnir sum verða ummældir síggja út. Bilsendingin verður eisini endursend um kvøldið.


Fróði Løksagarð sigur, at bæði ummælarar og hann sum vertur hava fingið nógvar afturmeldingar frá lurtarum, og hetta gevur greiðar ábendingar um at stórur áhugi er fyri sendingunum.