Parkeraðir bilar skulu burtur av almennum vegi

- Grivið verður ikki at vegastrekkjum, har bilar standa á almennum vegi, siga tey í Vágs kommunu í dag.

Ein afturvendandi trupulleiki hjá teimum, sum grava kava í bygdum øki, er, at tað kann vera trupult at koma fram fyri parkeraðum bilum.

 

Í Vágs kommunu hava tey eisini henda trupulleika, og her verður nú heitt á borgarar, sum hava bilin standandi á almennum vegi, um at flyta bilarnar.

 

- Heitt verður á øll um at flyta bilarnir burtur av almennum vegi, so gravkúgv, sum skal taka burtur kavan, kann sleppa til, verður sagt.

 

Í Vágs kommunu leggja tey aftrat, at grivið verður ikki á vegastrekkjum, har bilar standa á almennum vegi. 

 

Soleiðis, sum veðurútlitini eru í løtuni, kann roknast við høgætt og kulda. Tað merkir, at kavin uttan iva verður liggjandi nakrar dagar aftrat.