Í morgun er ein bilbumba brostin uttan fyri eina skattaskrivstovu í høvuðsstaðnum í Somalia, Mogadishu, og løgreglan stúrir fyri, at í minsta lagi 76 fólk eru deyð. Sagt verður, at bilbumban brast við eitt trygdareftirlit.
Talið av deyðum er økt. Í byrjanini varð hildið, at fimm fólk vóru deyð, síðan 20, 30 og nú at enda í morgum upplýsir stjórin á Medina-sjúkrahúsinum, Mohamed Yusuf, at 73 fólk eru deyð.
Tíðindastovan AFP sigur seg hinvegin vita, at 76 fólk eru deyð, og haraftrat hava mong fingið skaða. - Talið av deyðum er 76, og 70 fólk hava fingið skaða, og tølini kunnu veksa, sigur leiðarin fyri sjúkraflutningstænastuna, Abdukadir Abdrirahman Haji.
- Hetta er ein dapur dagur, sigur eitt eygnavitnið, Ahmed Moalim Warsame, sambært NTB.
Tíðindastovan AP vísir til borgarstjóran, Omar Mohamud Mohamed, sum sigur, at millum tey deyðu eru eitt nú studentar, og tað eru eisini onnur enn fólk úr Somalia, sum eru dripin, eitt nú tveir turkiskir ríkisborgarar.