Løgreglan hevur aftur verið á ferð í nátt, og í sambandi er ein bilførari skuldsettur fyri at hava eina lítla nøgd av rúsevnum uppi á sær.
Løgreglan sigur, at bilurin varð steðgaður í vanliga eftirlitinum og tá ið bilførarin varð kannaður, fann løgreglan eina lítla nøgd av rúsevnum uppi á honum. Og sostatt er hann nú skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni.
Í gjárvøldið ringdi eisini fólkt til løgregluna at boða frá, at tey høvdu illgruna um, at ein bilførari koyrdi ávirkaður, tí koyrilagið var heldur óstøðugt. Tað hendur seg javnan, sigur løgreglan, og tá kanna tey málið. Tað gjørdu tey eisini hesa ferð, men tað vísti tað seg, at bilførarin var edrúur.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt.