Bilførarin rýmdi

Klokkan trý korter til tvey í nátt hendi eitt bilóhapp á Støðlagøtu á Argjum, men tá ið politiið kom, var bilførarin rýmdur.

Hann varð tikin góðar fýra tímar seinni í miðbýnum í Havn og skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður, fyri at hava framt óhappið og fyri at verða rýmdur.

Tað bar til at skuldseta hann fyri rúsdrekkakoyring, tí minni enn seks tímar vóru gingnir, síðan óhappið hendi.