Farna vikuskiftið var ikki av teimum strævnastu hjá løgregluni, men tó var ymiskt í ferðsluni sum ikki var heilt eftir bókini.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit í morgun at siga, at ein bilførari varð tikin í Eysturoy tíðliga leygarmorgunin.
- Her vístu okkara kanningar, at bilførarin var ávirkaður. Blóðroynd er eisini tikin, og tá úrslitið fyriliggur, fæst at vita, hvør revsingin verður.
Seinnapartin leygardagin gjørdi løgreglan ferðmátingar í Kaldbaksbotni, og tá varð ein bilførari tikin, sum varð máldur at koyra 123 kilometrar um tíman.
- Viðkomandi misti ikki koyrikortið á staðnum, tí ferðin var undir 130 kilometrar um tíman, men bilførarin fær eina treytaða frádøming.
Tíðliga sunnumorgunin varð ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra við ongum koyrikorti, og hesin fær 5000 krónur í bót.
- Sektin fyri at koyra við ongum koyrikorti hongur saman við, um tú einki koyrikort hevur - ella tú koyrir í frádømingartíð við ongum koyrikorti.
Vaktleiðarin sigur, at um bilførari einki koyrikort hevur, men verður tikin fleiri ferðir, veksur bótin hvørja ferð við 1000 krónum.
- Sektin er harðari, um tú koyrir í frádømingartíð, verður lagt aftrat.
Um vikuskiftið var country-og bluesfestivalur í Sørvági, men hetta hevur eftir øllum at døma gingið rættiliga væl, tí her hevði løgreglan ongar uppgávur.