Bíligari at liva í Føroyum

Býliskostnaðurin og kostnaðurin av orku gera tað bíligari hjá føroyingum flest at búgva í Føroyum.

Frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,2 prosent niður, skrivar Hagstovan.

Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 9,3 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 11,8 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 4,7 prosent niður.

Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir 1,4 prosent, flutningsprísirnir eru farnir 1,7 prosent niður, meðan príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 2,3 prosent.

Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum rúsdrekka og tubbak, 2,2 prosent.

Prísirnir á matvørum - samanlagt - hava so at siga staðið í stað seinasta árið. Mestu broytingarnar eru, at kaffi er dýrkað, og kjøt er vorðið bíligari.

Annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 0,4 prosent samanborið við fyrsta ársfjórðing. Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkunum flutningur, 1,7 prosent, og býli, 1,5 prosent. Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður og líknandi, 0,8 prosent. Matvøruprísirnir eru farnir 0,3 prosent niður seinasta ársfjórðingin.

Annan ársfjórðing var brúkaraprístalið 117,7 samanborið við 117,2 fyrsta ársfjórðing.