Bíligari barnaansing

– Heldur enn at veita generella skattalækking eigur Tórshavnar Býráð at gera barnagarðs- og vøggustovuplássini bíligari, sigur Sjúrður Olsen

– Heldur enn at veita generella skattalækking eigur Tórshavnar Býráð at gera barnagarðs- og vøggustovuplássini bíligari, sigur Sjúrður Olsen.

 

Býráðslimurin fyri Fólkaflokkin er samdur við samgongufelagan úr Sambandsflokkinum, sum í grein á in.fo í gjár helt tað vera vera neyðugt at lætta um hjá skattaborgarunum í høvuðsstaðnum.

 

Annfinn Brekkstein: Kommunuskatturin skal lækka 0,25 prosent

 

Men meðan Annfinn Brekkstein mælir til at lækka kommunuskattin 0,25 prosent, so hevur Sjúrður Olsen eitt annað uppskot, ið sambært honum rakar sosialt rættari.

 

– Tað má gerast fíggjarliga lættari at vera barnafamilja í býnum. Tí eiga vit at lækka foreldragjaldið til barnagarðs- og vøggustovuplássini í býnum, sigur Sjúrður Olsen.

 

Fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2015 leggur upp til sama skattaprosent og sama barnafrádrátti sum í ár. Tað vil siga ein kommunuskatt á 20,25 prosent og barnafrádrátt á 8000 krónur.

 

Heðin Mortensen: Ómøguligt at lækka skattin

 

Fíggjarætlanin varð løgd fram týskvøldið, og skal hon vera samtykt áðrenn 1. desember. Sambært Sjúrði Olsen verður arbeitt við einum uppskoti, sum skal gera barnagarðs- og vøggustovuplássini bíligari fyri borgararnar at brúka.

 

– Tað verður arbeitt við einum ítøkiligum uppskoti, har fitt av pengum verða settir av til at lækka foreldragjaldið, sigur Sjúrður Olsen.

 

Býráðslimurin vil ikki seta tøl á, hvussu nógv bíligari tað skal vera fyri barnafamiljur í býum at hava síni børn í vøggustovu ella barnagarði. Men spurdur, hvørt kommunan hevur ráð til tað, ljóðar politiska svarið nærum retoriskt:

 

– Hava vit ráð til at lata vera, spyr Sjúrður Olsen, sum við svarinum vísir á týdningin av at gera tað liviligt hjá barnafamiljum, ið ofta standa hart í tí fíggjarliga.

 

Sambært fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu roknar kommunan við at fáa 624,3 milliónir krónur í inntøku næsta ár.  Tað eru 12,6 milliónir meira enn í ár.

 

Sambært somu fíggjarætlan fara flestu av hesum pengunum til kommunalu fyrisitingina, ið dýrkar 4,5 milliónir krónur næsta ár. Tá fer fyrisitingin at kosta 74,7 milliónir krónur, sum er 6,4 prosent meira enn í ár.