MENTANARSTRÍÐ
Nógv kjak verið hesa vikuna um myndirnar hjá Ole Wich, har hann m.a. hevur samantvinnað Merkið við orðið homoFObia, og eftir at Bill Justinussen valdi at biðja fútan reisa ákæru ímóti listamanninum, og løgtingsmaðurin í sjónvarpskjakinum týskvøldið m.a. segði, at verkini ikki eru list, talaði Listafólkasamband Føroya at.
Í blaðnum í gjár segði nevndarlimurin í LISA, Oddfríður M. Rasmussen, m.a. at útsøgnirnar og atburðurin hjá tinglimi Miðfloksins minti um McCartyismuna í fimtiárunum.
Sjálvur metir Bill Justinussen, at støddarlutfallið í samanberingini hjá LISA eru skeivt.
- Miðflokkurin bjóðar seg fram á sama demokratiska grundarlagi sum aðrir flokkar, og proportiónirnar eru skeivar, tá ein samanber ein lítlan flokk sum Miðflokkin við eitt tílíkt fyribrigdi sum McCartyismuna, sigur Bill Justinussen.
- Listafólkini fýlast á, at ein politikari hevur meiningar um list, men tað eru tvey sløg av politikarum, nevniliga tey, ið hava egnar meiningar, og tey, ið hava meiningarnar hjá øðrum, sigur Bill Justinussen, ið sjálvur metir seg hoyra til tann fyrra bólkin, tí hóast hann er politikari, metir hann seg hava rætt til at hava meiningar um list.
- Tað er júst sum við mati. Eg dugi ikki so væl at gera mat, men eg kann hava avgjørdar meiningar, um maturin smakkar væl ella illa. Listin provokerar teg til at hava eina meining um seg, og ta meiningina kann ein og hvør hava, sigur Bill Justinussen, sum leggur dent á, at ein politikari er ein, ið hevur eina meining.
Prippin
Spurdur, hvat hann sigur til at verða samanborin McCartyismu, sigur hann, at hetta man LISA hava gjørt fyri at skera út í papp, og hetta heldur hann vera gjørt so ofta fyrr, m.a. tá fólk hava kallað hvønn annan t.d. kommunist, sambandsfólk ella tjóðveldisfólk.
- Nú hevur orðið prippin verið brúkt so ofta. Vit kunnu eisini blíva prippin, tá vit verða kallað fundamentalist ella McCartyist. Vit taka avgjørt ikki undir við teimum niðurgerandi orðingunum, sum verða brúkt um samkynd, men hetta er ikki grundarlag fyri teimum proportiónum í tí, vit verða kallað. Vit hava líka stóra virðing fyri samkyndum, sum fyri øðrum menniskjum, sigur tinglimurin hjá Miðflokkinum.
Spurdur, hvat hann heldur um sjónarmiðini hjá Oddfríði M. Rasmussen um, at Merkið eigur at umboða fjølbroytni, svarar Bill Justinessen eitt avgjørt ja, men leggur afturat, at tað stendur í lógini, at flaggið ikki skal háðast, og sambært Oddfríði merkir tað at háða og vanvirða flaggið tað sama sum fjølnbroytni, sigur Bill Justinussen. Hann heldur fram við at nevna útsagnirnar hjá Maluni Marnsersdóttur um, at fólk mála Merkið á andlitið til landsdystir, men sambært Bill er hetta nakað, sum lyftir okkara tjóðskap, eins og fótbóltslandsliðið eisini ger sambært honum. Hinvegin metir hann, at tað sum Ole Wich hevur gjørt setir Føroyar í eitt vánaligt ljós.
- Eg haldi, at Ole Wich dregur virðingina fyri listini niður. Eg nevndi Ingálv av Reyni í kjakinum, og kundi nevnt fleiri onnur. sigur Bill, og hesi metir hann standa fyri eini positivari list. Hinvegin metir hann Ole Wich standa fyri eini negativari list.
Spurdur, um hann so viðgongur, at tað, Ole Wich ger, er list, sigur Bill Justinussen:
- Í mínari verð er tað ikki list, men eg kann ikki gera av, hvat er list, tí øll kunnu kalla seg listafólk, men í mínari verð er ein listafólk, um onnur kalla ein tað. Tað kann samanberast við orðið kristin, sum bara kemur fyri eina ferð í Bíbliuni, men tá varð orðið brúkt av øðrum um tey kristnu.
Spurdur, um hann við at nevna kristindómin í samfelagskjakinum ikki er við til at taka patent upp á kristindómin, sigur Bill Justinussen, at ein og hvør kann kalla seg kristnan, og at hann bara kann tosa fyri seg, og tí sigur hann seg ikki skilja spurningin. Hann samanber hetta við, at Tjóðveldisflokkurin kallar seg ein tjóðveldisflokkur, men at hetta ikki merkir, at aðrir flokkar ikki kunnu hava hetta sum aðalmál. Hann er ikki samdur í teimum, sum leggja Miðflokkin undir at siga, onnur ikki at vera kristin, av tí at flokkurin sjálvur kallar seg kristnan.
Listafólk erkvisin
Bill Justinussen sigur, at Miðflokkurin hevur størstu virðing størsta partinum av listafólkunum í Føroyum, men heldur, at listafólk eru ov erkvisin, tá teirra viðurskifti verða viðgjørd. Í øllum førum tey, sum fáa almennan stuðul.
- Listin er frí, men tá politikarar játta pening til list, er hon fíggjað við skattaborgarans peningi, og tí hevur ein politikari skyldu at meta um, hvat pengarnir fara til. Men tað hevði verið keðiligt um tað kom út, at Miðflokurin var ímóti listini, sigur Bill Justinussen, sum tó leggur dent á, at listin ikki skal brúkast til at sláa hvønn annan í høvdið við.
Spurdur um tað sama er galdandi fyri kristindómin, svarar hann avgjørdur:
- Ja!
Bill Justinussen sigur seg annars vera samdan í, at tað er týdningarmikið heldur at fara eftir bóltinum enn manninum, og tekur tí kraftiga frástøðu, sum hann orðar seg, frá eini heimasíðu, sum í hesum døgum niðurger persónin Ole Wich. Í sjónvarpskjakinum týskvøldið segði Bill Justinussen annars, at ein føroyingur neyvan hevði gjørt myndirnar av Merkinum, ið Ole Wich, sum av uppruna er dani, hevur gjørt.
- Eg vildi ikki fara eftir manninum, tá eg kallað i Ole Wich dana, men tað var fyri at finna eina orsøk og ikki fyri at leggja eftir manninum, sigur Bill Justinussen.