Alnet
Hans Henrik Jensen, varapolitikommiserur á donsku KT-kriminalløgregluni starvast til dagligt við KT-Kriminaliteti. Hann sigur við Sosialin, at hann sjálvandi ikki kann úttala seg í konkreta málinum, men at tann, ið eigur eina heimasíðu vanliga hevur ábyrgdina av heimasíðuni. Tað er sostatt Bill Justinussen, ið hevur ábyrgd av heimasíðuni bill.teletech.fo. Men tá tað snýr seg um tilfar, ið onnur hava lagt út, uttan at eigarin veit av tí, so kann eigarin ikki lastast fyri hetta.
- Hetta kann samanberast við, at onkur blakar okkurt inn gjøgnum brævsprekkuna hjá tær, og tú ber hetta inn saman við tilboðsbløðunum, um tú ikki veitst av tí, so kanst tú heldur ikki lastast fyri tað. Men í tí løtu, tú gerst varur við málið, er støðan ein onnur, og tú eigur, at taka stig til at fáa tað strikað, sigur Hans Henrik Jensen.
Hann viðgongur, at tað er heldur sjáldsamt, at fólk ikki vitja sína heimasíðu í tíðarskeið, ið eru yvir eitt hálvt ár, men heldur ikki, at hetta er nakað, ið nøkur søk kundi komið burtur úr.
Bill Justinussen gjørdist ikki varur við, at heimasíða hansara var inngongd til út við 14.000 heimasíður við pornografiskum tilfari fyrr enn í gjár. Hann tók beinanvegin stig til at fáa síðuna strikaða, sostatt kann Bill ikki lastast í hesum óhepna máli, um tað skuldi víst seg, at onkur av heimasíðunum hevur tilfar, ið er av ólógligum karakteri.