Bill setir neyðug mørk

VANGAMYND Øll menniskju hava fult ræði yvir egnum lívi, men ongan rætt yvir lívinum hjá øðrum. Einki menniskja er yvir einum øðrum. Tað heldur 49 ára gamli Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. - At vera samkyndur hevur einki við rættindi at gera. Tað er ein liviháttur, ein uppfatan, ein meining, ein avgerð, ein lyst, sigur hann

Kvøldarlotið er frískt henda oktoberdagin á Glyvrum, tá tað brádliga dukar á hurðina í barnaheiminum hjá Bill Justinussen. Friðurin ræður hetta kvøldið. Vitjandi koma javnan á gátt her, so einki løgið er í hesum fýra dukunum á hurðina. Og tó.

Árið er 1977.

Mamman, sum er heimagangandi, tí pápin er sjómaður og burturstaddur, letur hurðina upp. Inn um stígur fatti lærarin, sum er frelstur og hevur greitt 13 ára gamla Bill Justinussen frá gleðisboðskapinum í kristnitímunum í Glyvra skúla. Henda støðan er óvanlig. Hann hevur ongantíð verið á vitjan her fyrr. Lærarin er sjálvandi ikki ørindaleysur. Hann vil tosa við Bill.

»Hann er ikki inni júst nú, men hann verður skjótur«, sigur mamman blídliga, sum í sama andadrátti bjóðar læraranum innum.

Bill stendur seg væl í skúlanum. Hann er serliga kringur í føroyskum, har hann heystar ágóðan av drúgvu royndunum hjá Eliesar í Boyti, sum dugir fyrimyndarliga væl at læra frá sær. Skjótt kemur Bill heim. Hann er fullgreiður yvir, hví lærarin vil tosa við hann - og lærarin er ikki komin her at skelda. Teir báðir setast við stóra og brúnlitta stovuborðið. Lærarin er her fyri at vísa honum skriftirnar.

»Hann hevði sæð, hvussu eg og nakrir vinmenn sótu undir hvørjum orði í kristnitímunum. Eg drakk eisini hvørt orð í meg hetta kvøldið. Hann hevði frímóð til at gera hesi ørindi fyri sín Harra, og tað eri eg æviga takksamur fyri«, sigur Bill Justinussen, nú 36 ár seinni.

Tað eru serliga orðini í Opinberingini 3. kapitull og 20. vers, sum eru livandi fyri honum. »Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær«. Bill kennir seg lættan um hjartað og fær frið innan. Tað er, sum Bill hevur funnið tað, hann hevur longst og tráað eftir í barnaárunum.

Løtu seinni boyggja teir knø saman. Bill er frelstur.

Kristindómurin fekk rúmd
Nøkur av vinfólkunum hjá Bill vórðu eisini frelst um somu tíð. Tey hildu nógv saman og høvdu sterkan andaligan felagsskap. Hesin lærarin skipaði saman við øðrum fyri regluligum húsmøtum, har vinfólkini trúliga møttu, og seinni stovnaðu vinfólkini samkomuna Lívsins Orð, sum enn er ein virkin samkoma.

Tað var ikki óvanligt, at tey sum nýfrelst vóru á møti fýra ferðir um vikuna. At fáa so nógva undirvísing úr Bíbluni og hava eitt virkið kristið lív var av sonnum við at mynda tey sum persón.

»Øll heimsmyndin verður ávirkað og lívsáskoðanin verður í kristnum ljósi. Høvuðsboðskapurin hjá frelstum kristnum er, at Guðs kærleiki verður virksamur í okkum menniskjum. Tann kærleikin gevur, uttan at taka nakað afturfyri. Hann fyrigevur treytaleyst. Hann tolir alt. Soleiðis havi eg roynt og ynskt at liva í gerandisdegnum«, sigur Bill Justinussen.

Fyrstu árini vaks hann upp millum útróðrarbátarnar á Stongunum í Klaksvík. Familjan flutti út á Glyvrar í 1970, tá Bill fór í fyrsta flokk. Glyvrar var paradís hjá børnum. Høvuðsspæliplássið var fótbóltsvøllurin oman fyri Glyvra skúla, har Bill brúkti túsundtals tímar at spæla fótbólt. Um rundi leðurbólturin ikki setti dagsskránna, spældu teir kovboy við Gamlastein ella niðri á Bakka, ella hugleiddu um lívsins stóru spurningar uttan fyri automatina hjá Meinhard á Trónda.

Politikkurin
Heimurin stendur stillur eina løtu. Hann hugsar ikki. Stilli. Hann hevur ilt við at trúgva tí. Veljarakanningarnar hava spátt, at Jenis av Rana fór aftur at vera einsamallur tingmaður. Hetta kemur óvart á. Nú er talt upp í Havn, og Miðflokkurin hevur kneykrað næsta mannin. Tað fara nøkur sekund, áðrenn frøin fer so smátt brúsandi gjøgnum kroppin. Umsíðir kom umskiftið. Á sjónvarpsskýggjanum við hús er sjón fyri søgn. 39 ára gamli glyvramaðurin við yvirskegginum hevur rokkið innum tinggáttina á fyrsta sinni. Á løgtingsvalinum 19. januar 2004 eru 205 atkvøður falnar honum í lut, og Miðflokkurin hevur nú tvey umboð í løgtinginum. Fantastiskt!, rópar hann fram fyri seg sjálvan.

Dagurin situr rimmar fastur í huganum á Bill. Tað er við ótta og bivan, at hann verður landsstýrismaður, sum tann fyrsti hjá Miðflokkinum nakrantíð, í familju- og heilsumálum í 2002, tá Miðflokkurin fær umboð í Tinganesi, tí fullveldissamgongan, sum hevði sitið farnu fýra árini, fekk ikki meirilutan á valinum.

»Tann dagin var Norðskálatunnilin stongdur, og eg skuldi koyra norð um Eiðisskarð. Nógvir tankar fóru gjøgnum høvdið, meðan eg koyrdi til Havnar henda dagin. Her skuldi eg nú sita við sama borð, sum tey, eg hevði sæð upp til í mong ár. Annlis Bjarkhamar og eg vóru nýggj landsstýrisfólk tá. Eg gloymi hetta ongantíð, tí nú var tað, eg segði, ikki líkamikið«, sigur Bill.

Sum fortalari fyri hugburðsbroytingum er glyvramaðurin javnan frammi í fjølmiðlunum hesi bæði árini. Í 2004 verður hann valdur tingmaður.

Loksins, freistast hann at siga. Politiski áhugin sprettir til valið í 1984, tá Tordur Niclasen heitir á hann at vera stillari hja sær hjá Kristiliga Fólkaflokkinum. Pápi Bill, sum andaðst bara 39 ára gamal í 1983, hevur verið stillari hjá Adolfi Hansen. Tordur metir, at sonurin kundi bera arvin víðari. Bill tekur av tilboðnum. Fýar ár seinni, tá hann arbeiðir í Havn, bjóðar hann seg sjálvur fram í Suðurstreymoy. Hann roynir seg á hvørjum vali fram til 2004, tá tað umsíðir bragdar.

»Tað er nívandi tungt ikki at verða valdur, og tað kennist sum ein persónligur ósigur. Tó er tað ein uggi, at atkvøðurnar koma øðrum til góðar og eru ein partur av eini størri heild«, minnist hann.

Kristiligi vongurin í føroyskum politikki er fyri støðugum ósemjum í 1980-árunum. Kristiliga Fólka-Føroya-Framburðs og fiskivinnuflokkurin, KrFFFF, ein sameining av Framburðs- og fiskivinnuflokkinum hjá Kjartan Mohr og Adolf Hansen og øðrum, er fyrsti flokkur, sum sigur seg virka fyri, at kristiliga lívsáskoðanin verður sjónlig í polikki. KrFFFF, eisini róptur Kristiligi Fólkaflokkurin, kemur á ting í 1984, men klovnar stutt eftir. Adolf Hansen tekur seg úr og stovnar Framsóknarflokkin. Tann flokkurin fær aldrin fastar tøkur í føroyskum politikki.

Í 1991 herjar aftur ein ósemja í Kristiliga Fólkaflokkinum, tá Niels Pauli Danielsen og Tordur Niclasen eru ósamdir um, hvørja kós, flokkurin skal hava. Úrslitið er, at Tordur Niclasen verður uttanflokkatingmaður. Seinni stovnar Miðflokkin og fær Jenis av Rana og Bill Justinussen við. Flokkurin bjóðar fram seg á valinum í 1994.

Bæði Kristiligi Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru á tingi frá 1994 til 1998, tá Miðflokkurin verður einsamallur flokkur, sum hevur kristiligu lívsáskoðanin sum aðalmál.

Bill Justinussen er í floksstjórnini og skrivari hjá tingmanningini, áðrenn hann sleppur framat í 2002. Ja og nei, svarar hann, tá hann verður spurdur, um politiska lívið er so, sum hann hevði væntað.

»Tað eru nøkur viðurskifti, sum tú bara kann læra sum tingmaður. Tað snýr seg millum annað um, hvussu persónligar relatiónir kunnu flyta politisk mál. Har meti eg, at eingin tinglimur er eins, og tí eru royndirnar, sum hvør einstakur ger sær, ikki møguligar at geva víðari til onnur. Tað er sum at hoyra eitt lag ella at eta eina máltíð. Upplivingin er persónlig«, sigur Bill Justinussen.

Tolsemi
Miðflokkurin er ofta í andglettinum við sínum sterku meiningum um fosturtøku, rúsdrekka, samkynd og pornografi, sum hevur øst stóran part av føroyingum. Hetta var serliga galdandi undir samgongusamstarvinum frá 2002 til 2004, tá kristiligi flokkurin hevði avgerandi atkvøðuna.

Jenis av Rana og Bill Justinussen hava ongantíð dult fyri, at teir troyta møguleikarnar, sum flokkurin fær at gera vart við seg.

Bill kemur ikki í tankar um nakað mál, har Miðflokkurin hevur viljað havt ræðið á frælsa viljanum hjá menniskjum. Tað er ímóti øllum tí, sum politikkur Miðfloksins byggir á. Frælsi viljin er tað dýrabærasta í skaparverki Guðs, og tað er langt frá Miðflokkinum at gera seg inn á hann.

Hugtakið tolsemið hevur verið nógv umrøtt í almenna kjakinum seinastu árini. Hugtakið hevur nú ta grundhugsjón, at sannleikin er relativur. At eingin kann siga, hvat er rætt ella skeivt. Sannleikin er tí ymiskur frá samfelag til samfelag. Nógv ymisk samfeløg geva nógvar ymsar sannleikar. Tað er serliga í kjalarvørrinum av áhaldandi stríðnum hjá teimum samkyndum fyri rættindum, at kjakið hevur tikið seg upp. Miðflokkurin hevur átt virknan lut í orðaskiftinum og hevur ikki tikið undir við ynskjunum hjá teimum samkyndu.

Tolsemi hevur kortini nógv at týða fyri Bill Justinussen. Tolsemi er at góðtaka hvør annan treytaleyst so, sum vit eru. Øll menniskju eru serstøk og eiga at virðast fult og heilt, tí lívið er Guðgivið og unikt. Tað ber ikki til at lóggeva fyri tolsemi. Tú kann nokta fólki at siga tað, tey meina, men tú kann ikki nokta teimum at meina tað, tey meina.

»Øll menniskju hava fult ræði yvir egnum lívi, men ongan rætt yvir lívi hjá øðrum. Einki menniskja er yvir einum øðrum. Øll eru fødd líka við somu mannarættindum. Í grundini ber ikki til at lóggeva fyri mannarættindum. Tí hvør skal gera tað? Um øll eru líka, hvør er so tann, sum skal seta seg omanfyri og lóggeva mannarættindi frá og til?«, spyr Bill og heldur fram:

»Tey samkyndu misnýta hugtøkini, tá tey tosa um mannarættindi. At vera samkyndur hevur einki við mannarættindi at gera. Tað er ein liviháttur, ein uppfatan, ein meining, ein avgerð, ein lyst. Hjúnarlagið er heldur ikki mannarættindi. Tað er ein skipan, ein samfelagsinstitutión, sum regulerar viðurskiftini millum ein mann, eina konu og teirra børn. Um hjúnarlagið er ein mannarættur, so er tað eisini ein mannarættur at kunna gifta seg við fleiri konum ella monnum, eins og fleiri samfeløg hava. Hjúnarlagið millum mann og kvinnu er eitt val, sum okkara samfeløg hava tikið við støðu í okkara mentan og siðaarvi. Tað er byrjanin til endan fyri vesturlendsku vælferðarsamfeløgini, um vit fara at pilka við hesa skipanina. Talið av innflytarum eystanifrá økist í stórum, meðan vit sjálvi minka í tali. Teirra mentan og siðaarvur hevur hjúnarløg millum ein mann og fleiri konur. Tað kravið liggur næst fyri, um vit fara undir at umdefinera hjúnarlagið«, sigur Bill Justinussen.

“Markið fyri persónligt frælsi gongur hagar, at tað skaðar onnur og fyrst og fremst børn og ung. Børn og ung eru ikki búgvin at umsita óavmarkað persónligt frælsi, og tí eigur samfelagið neyðug mørk. Eitt dømi er royking. Tað eru tíverri so nógv ung, sum, áðrenn tey eru búgvin til at velja sigarettina, eru bundin av henni. Tá tey so gerast vaksin, angra tey, at tey fóru at roykja, tí tað slepst næstan ikki burturúr tí aftur. Megnað vit at halda tey burtur frá sigarettum, rúsdrekka og mongum øðrum, áðrenn tey gerast vaksin, var nógv vunnið. Markið fyri persónligt frælsið gongur eisini har, ið samfelagið sigur stopp. Tað eru so mong viðurskifti, vit kunnu siga isolerað sæð eru upp til tann einstaka. Men vit eru øll partar av størri heild, sum Gunnar Hoydal skrivar í sangleikinum. Tí má persónliga frælsið setast í mun til størru heildina.”

Miðflokkurin við Jenisi av Rana og Bill Justinussen á odda hava javnan tosað ímóti fosturtøkum, rúsdrekka, samkyndum, sangum hjá Páll Finnur Páll og 200, sigarrettum og øðrum. Fjølmiðlarnir fáa ofta høvuðssøguna at ringja til ein teirra og skatta dýpið, væl vitandi um, at teir fáa eina sterka meining. Bill Justinussen kennir seg kortini ikki misnýttan av fjølmiðlunum.

»Slík mál fáa altíð rúma umtalu, og tá er trupult at sleppa uttan um Miðflokkin. Ein politikkari sær tað altíð sum eitt pluss at fáa umtalu ella at luttaka í fjølmiðlakjaki. Í so máta kenna vit okkum ikki misnýttar, tí tað er ein partur av game’inum«, slær hann fast.

Ikki tann sterki
MIÐFLOKKURIN MUNDI FARIÐ Í TVÍNINGAR Í SAMRÁÐINGUNUM UM SAMGONGU, TÍ BILL JUSTINUSSEN KRAVDI, AT FLOKKURIN FÓR Í SAMGONGU, KOSTA HVAT TAÐ VILDI.

Tað skrivaði Sosialurin tann 18. november í fjør, fáar dagar eftir, at Miðflokkurin skipaði samgongu saman við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Tað var um reppið, at Miðflokkurin skrædnaði, tí Bill Justinussen og Jenis av Rana vóru rúkandi ósamdir. Uppskotið um flatskattin smakkaði formanninum so illa, at hann hevði hug at pakka saman. Bill ásannaði í fjølmiðlunum, at Jenis er munandi meira vinstravendur enn hann, sum er rættiliga borgarliga sinnaður.

Bill Justinussen fekk kortini sín vilja, og Miðflokkurin fór í samgongu. Tað skal ikki skiljast sum, at hann er tann sterki maðurin í flokkinum, sigur hann.

»Als ikki. Jenis stóð á odda fyri samráðingunum vegna Miðflokkin og fekk stóra ávirkan á samgonguskjalið. Tað er ikki nøkur loyna, at tá tað snúði seg um málini um skattalættan og samskatting av pensjónum, vóru ymsar áskoðanir í flokkinum. Tað hava vit fyrihildið okkum til. Málini eru avgreidd og nú standa aðrar avbjóðingar fyri framman«, sigur Bill.

Tað er fremst av øllum Miðflokkinum at takka, at etisk mál eru parkerað í hesum samgongusamstarvinum. Jenis av Rana hevur sagt, at flokkurin stendur saman um etisku málini, men tinglimirnir hava meira frítt spæl, tá politisku málini eru fyri.

Men hvør flokkur er Miðflokkurin, tá etisk mál ikki skulu viðgerast?

»Tað eru helst fleiri meiningar um, í hvønn mun etisk mál eru parkerað. Tað er ein sannroynd, at í hesi samgonguni eru vit mong, sum byggja politik á kristna virðisgrundarlagið, og tí kann ikki roknast við slakandi broytingum. Miðflokkurin hevur enn nógv á hjarta og er sera virkin í samgongusamstarvinum. Vit fegnast um, at tað er rúm fyri okkara sjónarmiðum, og eg kann bara rósa samstarvsflokkum í so máta. Um tú spyr á gøtuni, hvørjum Miðflokkurin stendur fyri, vænti eg, at tú fær greið svar uppá, hvør Miðflokkurin er.«

Tit tosaðu um at fáa hjartað aftur í føroyskan politikk. Hvussu hava tit tað?

»Á so nógvum økjum. Hjartaleysur politikkur kann vera so nógv annað enn at minka um útreiðslurnar á fíggjarlógini. Eg haldi tildømis, at ein og hvør liberalisering í rúsdrekkapolitikkinum er hjartaleys. Lættari atgongd til rúsdrekka rakar so ómetaliga hart, har fólk missa tamarhaldið á nýtsluni. Eisini er tað hjartaleyst at lata sum einki, tá læknafrøðin peikar á álvarsligar heilsuvandar á økjum sum ovurfiti, royking, at taka sól og annað. Tað er eisini hjartaleyst at brandskatta hartarbeiðandi familjur, sum hava tungt við at vinna nóg mikið til dagin og vegin, Og tað er eisini hjartaleyst at yppa øksl at arbeiðsloysinum. Og tað er hjartaleyst og tað, sum verri er, at drepa børn í móðurlívi. So vit hava nóg mikið at síggja til.«

Framtíðin
Nú 49 ára gamli Bill Justinussen hevur ongar ætlanir um at fara burturúr politikki enn. Hann er sinnaður at stríðast fyri sínum aðalmáli til tað seinasta – at Føroyar verða varðveittar sum kristin tjóð. Og tað ber væl til at laga føroyska samfelagið eftir gomlum skriftum.

»Matematisku útrokningarnar hjá Pythagoras eru 2500 ára gamlar. Men aldur sæst ikki á teimum, og tær verða enn brúktar í skúlum kring allan heimin. Ein absoluttur sannleiki broytist ikki, um hann so verður milliónir ára gamal. So er eisini við Guðs orði, tað stendur um allar ævir, tí tað er sannleikin. Hygg at teimum londum og samfeløgum kring heimin, sum ikki hava havt kristnu trúnna sum virðisgrundarlag. Hvussu er vælferðin í Kina, India, gomlu kommunistalondunum, Afrika og aðrastaðni? Eru tað ikki júst vestanlond saman við millum øðrum Amerika, sum hava hægstu vælferð og størsta persónliga frælsið yvirhøvur? Og eru tað ikki hesi londini, sum eru heimsins moralski peikifingur í mannarættindum?«

»Tað er í stóran mun kristnu trúnni fyri at takka. Sannleikar, sum hava staðið í 2000 ár, hava prógvað sítt virði og hava eitt haldføri, sum ikki vikast. Tí talar alt fyri at halda fram eftir somu kós, og tí talar Miðflokkurin ímóti øllum royndum at bróta niður hesi virði, sum eru Guðs gáva til okkum menniskju. Samstundis er óavmarkaða persónliga frælsið, sum gleðiboðskapurin gevur menniskjum, okkara størsti fíggindi. Vit geva øllum loyvi til alt og taka ímóti fíggindum við opnum ørmum. Tað áleggur næstrakærleikin okkum. Politiskt ræður altíð um at finna javnvágina, so vit fóta okkum sum frægast í mun til avbjóðingarnar.«





FÝRA SKJÓTIR….

Nær ert tú errin av at vera føroyingur?

»Flaggdagin í 2003, tá fullveldissamgongan sat, koyrdi eg gjøgnum Kollafjørð á veg til Havnar. Veðrið var av tí allarfagstra og longu tíðliga fyrrapartin vóru føroysku fløggini vundin á stong um alla bygdina. Knappliga gjørdist eg so rørdur av sjónini, at eg stórgræt. Tað var ein sterk og brádliga ákomin kensla, sum bara tók meg við sær. Kanska var eg errin av at vera føroyingur júst tá.
Annars er løtan uttan fyri Tinghúsið á Ólavsøku stórbær. Tá velduga ólavsøkukórið, mannað við frægastu føroysku sangarunum, syngur føroyskar sangir við føroyskum løgum, føroyskum kórleiðara og føroyskum solistum.
Eg var eisini sera errin at vera føroyingur, tá U21-landsliðið vann 1-0 á Russlandi fyri tveimum árum síðani, og annars hvørjaferð, tá okkara landslið og einstaklingar sýna brøgd«.

Hvat kann øsa teg?

»At hoyra ein føroying fortelja íslendarum, at nøkur fólk eingi borgarlig rættindi hava í Føroyum. Tá sigur man ósatt við vilja, tí her hava øll omanfyri 18 ár valrætt og her hava øll rætt at hugsa, siga og skriva tað, tey hava hug til. Og tá fólk sum heild brúka ósannindi at fremja sína søk, kann eg øsa meg. Og tá trúgvandi fólk verða niðurgjørd fyri meiningar, sum tey ikki hava, men sum onnur halda, tey hava. Og tá fjølmiðlar ikki eru objektivir, tá teir lýsa eitt mál. Og tá bilar koyra 70 og seinka ferðsluni«.

Vit kunnu ikki laga samfelagið eftir kristindóminum, halda nógv. Er tú kritiskur mótvegis tíni trúgv?
»Hugtakið kristindómur er sera umfatandi. Tað er nógv skeivt framt í kristindómsins navni, og í tí ljósinum kann eg sjálvsagt vera kritiskur. Men tá vit tosa um at laga samfelagið eftir kristindóminum, tosa vit millum annað um nýtestamentligan moral, um kristnan etik, um virðing fyri skapanarverkinum, um at umsita náttúruna við skynsemi og um ábyrgd fyri næstanum. Allir politikkarar taka støðu í sínum egna lívsgrundarlagi. Tey, sum tildømis hava tolsemi sum lívsgrundarlag, vilja hava eitt tolsamt samfelag, sum tey tulka tað. Mær dámar eisini væl at lesa bøkur, sum eru avbjóðandi og øðrvísi enn tað, sum eg sjálvur standi inni fyri. Mín trúgv er sterk, og tí eg eri ikki bangin fyri at lesa okkurt, sum peikar annan veg. Men eg eri samstundis opin og tilreiðar at broyta hugsan, um eg haldi tað vera skilagott«.

Er tú ofta fyri persónliga ágangi fyri tínar meiningar?
»Skotini kunnu vera ymisk. Tíbetur havi eg sjáldan, ella kanska ongantíð, verið fyri skotum av slíkum slag, sum hava við privatlívið at gera. Skot, sum eru vegna politikkin, nerva meg ikki nevnivert. Hinvegin veit eg ikki, hvussu eg vildi reagerað, um eg varð fyri ákoyringum av meiri privatum slag. Tað kann eg hugsa mær eg truplari at vinna á«.



FAKTA:

Navn: Bill Justinussen
Føðingardagur: 27. august 1963
Hjúnafelagi: Malena Justinussen
Børn: Pól Jóhannus, Gunvá og Eva Maria
Útbúgving: Málsligur studentur. Handilsskúla – HD 1. part.
Yrki: Bókhaldari og løgtingsmaður
Hjartamál: Vinnan, ungdómurin, ítrótturin, kristnu virðini