Bill spyr Helenu um Kringvarpið

Nú skal Helena Dam á Neyst­abø greiða frá, hví Kring­varp­ið ikki møtti til til­takið hjá Dugna í List­a­savni Føroya herfyri, tá Snorri Brend varð heiðaður við Kær­leiks­kúl­uni fyri at skriva pos­i­tiv­ar greinar um fólk við breki.

Bill Just­in­ussen spyr í ein­um grein 52 spurnigini lands­stýr­is­kvinn­una í ment­a­mál­um um mál­ið. Hann spyr soleiðis:

- Hvør er orsøkin til, at almenni fjølmiðilin ikki møtti, ei heldur hevur um­røtt týðandi hending, ið fór fram á Listasavni Føroya hós­dag­in 25. november 2010.

Bill Justinussen vís­ir á, at Dugni er ein end­ur­búgv­ing­ar­stovn­ur, sum hev­ur til end­a­máls m. a. at royna ar­beiðs­evn­ini hjá borg­ar­um, ið eru vinn­u­tarn­að­ir og at skipa fyri ar­beiðs­venj­­ing, end­ur­búgv­ing og um­skúl­ing, so vinn­u­tarn­að aft­ur kunnu fara til ar­beið­is. Hann held­ur, at Dugni hevur ein týðandi leik­lut í sam­fel­ag­num, tá tað ræður um borgarar við skerdum førleika.

Bill Justinussen heldur, at tað er átalu vert, at ein slík søgulig hending, sum hendan, ikki fær rúmd í Kringvarpinum, sum vit øll við lóg skulu gjalda til.

Vit halda, at hóast ein tíð­­ind­­a­red­ak­tión sjálv­andi hev­­ur sítt frælsi at velja, hvørji tíð­indi verða bor­in, so verður áhuga­vert at frætta, um Kringvarp Før­oya hev­­ur sítt full frælsi at velja frá pos­i­tiv tíð­indi um aðr­ar miðl­ar – hvørja hugs­an lands­­stýr­is­kvinn­an í ment­­a­mál­um hev­ur til tað – ella um hon hevur nakra hugsan um tað...