Bilur av vegnum við Heimarahorn

Um átta-tíðina í gjárkvøldið fór ein bilur út av vegnum við Heimarahorn. Bilurin er komin koyrandi eystur eftir, móti Havnini. Í hálkuni hevur bilførarin mist tamarhaldið á bilinum, og hann er farin út av vegnum.

 

Okkurt bendir á, at ferðin hevur verið nakað høg, tí í dimmalættingini í morgun sæst, at bilurin liggur nakað væl frá vegnum. Tvær ungar kvinnur vóru í bilinum, men komu frá óhappinum óskalaðar.