Bilur stolin í Klaksvík í gjár

Og herverk gjørt á prutl við Eysturskúlan í Havn

Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir um herverk á prutl við Eysturskúlan í Havn. Onnur fráboðanin kom um hálvgum tvey tíðina og hin um hálvgum sjey tíðina.

Vakhavandi á politistøðini sigur, at tey vórðu skumpað oman gjøgnum einar trappur og fingu skaða av tí.

– Vit fara at kanna, um vakmyndatól eru, sum kunnu greiða málið, sigur vakthavandi á politistøðini.

Klokkan 14:30 í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur varð stolin í Klaksvík. Ikki fyrr enn um níggjutíðina í gjárkvøldið varð hann funnin aftur eitt annað stað í Klaksvík, og tó vóru lyklarnir í bilinum.

– Vit fara at kanna, hvussu viðkomandi kann hava fingið fatur á lyklunum, sigur vakthavandi.

Tað kostar eina bót at lata lyklarnar standa í bilinum, og tað gevur eisini trupulleikar við tryggingini.

Annars hevur løgrreglan tikið átta sett av nummarplátum í Norðstreymoy í nátt. Tær eru tiknar av bilum, har eigarin ikki hevur goldið veskatt ella trygging ella ikki verið til sýn við bilinum.

Í Hvalvík var ein fráboðan um eitt minni ferðsluóhapp. Ein bilur koyrdi á ein stein á Hvalvíksvegnum, sum varð lagdur á ein togenda, sum lá á vegnum.