Í einum kjallara í Vági stendur ein bilur, ið hevur tørv á eini kønari hond, men bilurin er heilur, og allir lutir, ið hoyra til, eru har.
Eivind í Gongini átti bilin
Ein sonevnd viðlíkahaldsbók er eisini tøk, og har er skjalfest, at tað var kendi havnarmaðurin, Eivindur í Gongini, sáli, ið keypti bilin í 1969 frá Vilhelm Nielsen, automobil- & maskinforretning.
Á skjalinum stendur Eivind Jensen.
Sambært Bartal í Gongini, sonur Eivind, er søgan tann, at Eivind æt Ejvind Klett Jensen, og broytti seinni navn til Eivind Jensen í Gongini, og uppaftur seinni til Eivindur í Gongini.
John M. Gaard, sáli, keypti seinni bilin frá Eivindi í Gongini. Í dag eigur sonur John, Mannbjørn Gaard, bilin, og hann heldur, at tað var í 1973, at bilurin kom til Vágs.
Talan er um ein Vauxhall Viva, Deluxe, ið sambært viðlíkahaldsbókini er skrásettur 15/3-1969. Nummarplátan var Fø 5.940.
Øll hendan greinin kann lesast í Sosialinum, sum mánadagin varð borin til øll húsarhald.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##