Í sambandi við at hástigsflokkarnir í ávikavist evnafrøði og lívfrøði fara á lestrarferð til Danmarkar 2.-8. Oktober, verður skipað fyri bilvaski í Hoydølum leygardagin 10. sept.
Á ferðini skulu tey millum annað vitja heimskenda heilivágsframleiðaran Novo Nordisk, og eisini gongur leiðin til ymsar skúlar og stovnar í Keypmannahavn.
Bilvaskið í Hoydølum verður frá klokkan 10 til klokkan 16. Kostnaðurin er 100 kr., tá verður bilurin vaskaður uttan og dustsogin. Samstundis verður møguleiki fyri at keypa kaffi og køkur.