Bind 3 av »Skálvíksdrongi Sildarkongi« »Váði og vælferð« kemur út hesa vikuna

   

Hesin 3. partur av endurminningum hjá Eiler Jacobsen fevnir um tíðina 1986 til í dag. Bind I »Av bekki á borgir« kom út í 2001 og bind II »Á sløttum og í brøttum« í 2002.
Innihaldið í hesum 3. og seinasta bindi av »Skálvíksdrongi Sildarkongi« snýr seg m.a. um tíðina, tá Eiler seldi »reyðu« Sólborg til Grønlands fyri 46 mió. kr. og gjørdist helst hin mest múgvandi maður í Føroyum.
Eiler var tá góður fyri minst 50 mió. kr. í »cool cash« umframt at eiga skipavirði fyri 10-tals mió. kr.
Sama árið, í 1986, lat »sildarkongurin« framkomna verksmiðjuskipið Háborg byggja til svartkjaft, men uttan um »skipapakkan« hjá tásitandi landsstýri. Hetta førdi til mánaðarlanga ósemju við landsstýrið um fiskiloyvi til Háborg.
Fyri at loysa Háborg til fiskiskap keypti Eiler Ziska á Fløtti (Polaris). Eitt ár seinni varð »gulldrongurin« tveittur úr Føroya Banka, tá Háborg og Polaris fóru á heysin.
Seinastu 80-árini reið um røðina hjá Eiler sum øðrum nótamonnum. Men í 1991 keypti hann nýggju »Sólborg«, sum fiskar enn.
Í 1995 stóð so illa til, at eginpeningurin hjá Eiler var komin niður í 1 mió. kr. Men tá vendi í nótavinnuni, sum hevur havt viðrák síðan.
Í 1999 tók tann tá næstan 70 ára gamli Eiler føroyingar á bóli við at byggja nýggju Krúnborg, sum hevur fiskað fyri 200 mió. kr. farnu trý árini og goldið 50 mió. kr. út í hýrum.
Endurminningarnar hjá Eiler lýsa henda sjáldsama mannin, ið summi halda vera herviligan »spekulant«, men onnur rokna sum »hetju«.
Hvør er so hesin váðafúsi vinnulívsmaður, hvørs skipamanningar hava landað fisk fyri íalt 1,6 miljard krónur (tað svarar til 3 mia kr. í dagsprísum).
Eilersa skip hava goldið oman fyri 500 mió. kr. í hýrum íalt, sum í dagsprís-um svarar til heila milliard frá Ísborg í 1964 til Sólborg og Krúnborg í dag.
Postverkið umsitur søluna og boðar teimum, sum bíløgdu bind I og bind II av »Skálvíksdrongi Sildarkongi, at bókin fæst á posthúsum kring landið frá hesi vikuni.
Bind III, »Váði og vælferð« er 454 blaðsíður, hevur yvir 400 myndir, 100-tals fólkanøvn, og kostar bert 190 kr. (+ postgjald).