Binding & Design á Seglloftinum

Komandi leygardag heldur Katrina í Geil fyrilestur um “Binding og Design”. Støðið verður tikið í føroyskari binding fyrr, nú og framyvir – frá bindisniðum á Føroya Fornminnissavni til catwalk í París og London.

Katrina er designari frá Designskolen Kolding, og hevur selt design til m.o Calvin Klein og Filippu K. Hon er eisini við á framsýningini DK:Knit í Norðurlandahúsinum í løtuni.


Fyrilesturin verður á Seglloftinum á Tvøroyri leygardagin 21. mars kl. 13:00 til uml. 15:00. Kostnaður 100 kr. (limir 70 kr.). Høvið verður eisini at keypa sær ein drekkamunn.


Tað eru Valkyrjurnar, sum skipa fyri, og øll eru vælkomin!



“The Best og You”


Katrina hevur eisini hollar royndir sum stylistur, hon hevur skeið bæði privat og professionelt, og frílansar m.a. fyri blaðið Kvinna, bæði sum stylistur á Nýggj Kvinna og sum dekoratør.


“The Best of You” er skeiðið til allar kvinnur, ið vilja síggja fantastiska gott út, júst sum tær eru. Og leygarkvøldið kl. 19:00 bjóðar hon kvinnum í Suðuroy at luttaka á hesum skeiði, sum varðar 4 tímar. Kostnaður 500 kr. Íroknað er tilfar fyri hvønn luttakara. Tekning á tlf. 281885.