Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
Á býráðsfundi Havn atkvøddi bert ein ímóti, at Kollafjørður skal neyðtakast av stórum bingjuskipum í framtíðini. Og tað var undirritaða. Broytingini av byggisamtyktini fyri Oyrareingir førir við sær, at stórt havnaøki skal byggjast har, hóast kærur komu inn viðvíkjandi málinum
21. apríl í ár tók Tórshavnar býráð undir við tilmælinum um at broyta samtyktina fyri Kollafjørð, soleiðis at F-vinnuøki á Oyrareingjum varð broytt til B1-havnaøki.
Málið hevði ein mánað frammanundan verið fyri í Kollafjarðarnevndini, sum tók undir við broytingini av byggisamtyktini.
Tí var einki at siga til, at allir býráðslimir tóku undir við málinum í býráðnum á fundinum í apríl.
Málið skein langan veg av semju og idyl, einki vrøvl av nøkrum slag, og varð tí samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Tað var so sólarklárt, at hetta var eitt fínt uppskot.Tað hildu øll, sá tað út til.
Á borgarafundi í Kollafirði, har undirritaða ikki var hjástødd, frættist, at heldur ikki har var mutað nakað serligt móti ætlanini, tá tað var umrøtt.
Sostatt tyktist tað okkum øðrum, at kollfirðingar í sátt og semju tóku undir við broytingini av byggiætlanini.
Larmur og gangur
Aftan á samtyktina í býráðnum, var dagurin 5. august 05 settur, um onkur ætlaði at mótmæla ætlanini.
Tá freistin var úti, vóru tvey mótmæli komin inn.
Serliga hugsi eg um annað av hesum, ið átta kollfirðingar hava undirskrivað.
Hetta eru fólk, sum nýta sín fólkarætt og gera vart við seg, tí tey búgva har á staðnum. Tey kenna økið sum sín egna buksulumma. Tey vita, hvussu veður og vindur á ymsu ættunum arta seg har, og tey hava við berum eygum sæð, hvussu harðar hvirlur sum ein lort kunnu lyfta bingjur av havnaøkinum og út á sjógv.
Sjálvandi vilja tey, sum búgva har, ikki hava hetta náttúruvakra og friðarliga umhvørvi oyðilagt av risastórum bingjuskipum, við øllum tí larmi og gangi, sum slíkt virksemi nú einaferð hevur við sær.
Tí tað er ikki, sum bæði Leivur Hansen úr Tjóðveldisflokkinum, og Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum vilja vera við, bara talan um at fáa gjørt ein lítlan keikant á Oyrareingjum fyri, sambært teirra egnu útsagnum á býráðsfundinum hóskvøldið, at fjala yvir óruddið, sum liggur har!
Talan er um at byggja eitt havnaøkið, har bingjuskip skulu kunna leggja at fyri at lossa og lasta bingjur.
Annað stað ávíst
Tá ein partur av bygdafólkinum ikki vil vita av ætlanini hjá Tórshavnar Býráð um at broyta byggisamtykina fyri økið, sum liggur inni á Oyrareingjum, kunnu vit sum býráð ikki lata hetta ynski teirra fara fram við og bara lata sum einki.
Í broytingini av byggisamtyktini liggur, at ein bingjuhavn til størri skip skal byggjast á Oyrareingjum, og kunnu vit sum býráð ikki bara sita og kroysta eina broyting av eini byggisamtyktini niður yvir tey fyri at sleppa eina kei har.
Fólkini, sum skrivað hava hetta eina mótmæli móti broyttu byggisamtyktini á Oyrareingjum, vilja við hesum vísa sína ónøgd. Tað mugu vit respekterera.
Tey eru tó so positiv sinnað, at tey koma við uppskoti um í staðin at leggja havnavirksemi úti á Sperm, har sum hvalastøðin var, tí har býr ikki ein sál.
Álvaratos, kunnu vit vera tað bekent at oyðileggja Kollafjørð við eini ætlan sum hesari við eini bingjuhavn á Oyrareingjum?
Tá atkvøtt var um uppskotið á býráðsfundi hóskvøldið 6. okt. 05, varð tað samtykt við níggju atkvøðum fyri.
Tveir býráðslimir greiddu ikki atkvøðu, og eittans atkvøða var ímóti. Tað var mín.