Russarar í Føroyum
Russarar hava stóran áhuga fyri at fáa fríhavnir, umskipingarhavnir og lossingarhavnir í Føroyum.
Og hesa seinastu tíðina hava rættiliga sett ferð á arbeiðið at finna hóskilig pláss í Føroyum, sum teir kunnu brúka til endamálið.
Í hesum sambandi var eitt umboð fyri Murmansk Trawl Fleet í Føroyum í farnu viku, her hann hugdi eftir umstøðunum.
Talan var um Nikolay Schinkaruk, ið sostatt umboðar heilar 88 trolarar, sum fiska ýmsastaðni í Norðurhøvum.
Við sær hevði hann Ludmilla Danilova, sum umboðar størsta fiskivinnublaðið í Murmansk.
Saman við umboðum fyri Faroe Agency, sum umboðar nógv russisk skip í Føroyum og umboðum fyri fiskimálaráðið, ferðaðust tey bæði runt um í landinum, har tey kannaðu umstøðurnar.
? Tað eru serliga trý øki í landinum, sum kunnu koma upp á tal til hetta endamálið og tey eru Fuglafjørður, Kollafjørður og Suðuroy, tí har eru frystigoymslur, sigur Árni Dam á Faroe Agency. Hann sigur, at á øllum hesum plássum eru góðar umstøður, so teimum er onki í vegin við. Í sambandi við Suðuroynna, vóru teir og hugdu eftir umstøðunum bæði á Tvøroyri og í Vági, tí gera russarar umskipingarhavn í Føroyum, koma teir at fáa brúk fyri nógvum øðrum enn bara frystihúsi.
Men hann leggur afturat, at gera russarar av av brúka føroyskar havnir, eins og hentleikar á landi, verður talan um so stórt virksemi, at tað verður ríkiligt til øll hesi plássini, heldur Árni Dam.
? Orkan í Føroyum at taka ímóti frystilastum og øðrum, er ikki so stórur, at tekur nakað virksemi seg upp, verður tað brúk fyri øllum.
Hann vísir á, at í hesum føri er bara talan um tað eina felagið, sum altso hevur heili 88 skip, men tað eru eisini onnur stór útgerðarfeløg í Russlandi, sum hava sama áhuga.
BIP- má burtur
Men Árni Dam vísir staðiliga á, at tað er tveir trupulleikar í hesum sambandi. Annar eitur BIP og hin er, at tað dregur so nógv út at fáa fríhandilsavtaluna ímillum Føroyar og Russlan, setta í gildi.
Sum er, noyðast russarar, eins og øll onnur, at bippa allan fisk inn, sum teir leggja upp á land í Føroyum.
BIP stendur fyri "Border Inspection Point" og í stuttum er tað ein heilsufrøðilig
marknaeftirlitsstøð.
Tað er eitt krav at allur fiskur, sum verður uppskipaður í Føroyum, skal um eina BIP-støð. Eisini triðjalandsfiskur, sum kemur upp á land í Føroyum og sum skal sendast víðari til onnur triðjalond, skal um eina bip-støð.
? Enntá grønlendsk skip, sum leggja fisk upp í Føroyum, skulu bippa vøruna inn, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi.
? Hetta er alt ov dýrt. ov tvørligt og ov óliðiligt og tað er sostatt við at forkoma okkum eina góða og sjálvsagda inntøkukeldu, sigur Àrni Dam.
Hann leggur afturat, at hendan skipanin hevur longu kostað føroyingum nógv arbeiðspláss, tí at kalla allir grønlendsku skipini sum plagdu at leggja veiðina upp her, eru givin, tí bippingin er so dýr.
Somuleiðis vónar Árni Dam, at handilsavtalan ímillum Føroyar og Russland, sum hevur ferðast úr skuffu í skuffu nú í so langa tí, eisini verður sett í verk nakað skjótt.
Tí verður hon tað, kann hetta rættiliga skjótt føra til enn størri virksemi í Føroyum.
Árni Dam vísur á, at russarar eru eisini hugaðir fyri at lata russisk skip koma til Føroyar at bunkra olju og at taka pakkitilfar og aðra útgerð.
Til tað krevst, at oljutangar og verða settir upp og goymsluhøllir bygdar, men tað eru fleiri støð í Føroyum, har tað ber væl til at byggja slíkar oljutangar og at skapa aðrar fortreytir.
Men skal tað koma upp á tal, verður tað heilt neyðugt, at handilsavtalan kann koma í gildi so at russarar sleppa undan at betala toll av oljuni og øðrum, sum teir leggja upp á land her til skipini.
Kemur rættilig gongd á hetta virksemi eisini, kann talan gerast um eini 400.000 tons av olju, sum russisk skip kunnu koma at bunkra í Føroyum um árið.
Somuleiðis eru russarar sinnaðir at brúka føroyskar skipasmiðjur til umvælingar, treytað av at avtalur fáast í lag.
Men akkurát, hvar russarar fara at leggja sítt virksemi, hevur hann onga ávirkan á.
? Tað avgerða teir púra einsamallir. Men alt hetta nyttar onki at tosa um, fyrrenn bip-viðurskiftini eru fingin í rættlag og handilsavtalan er sett í gildi, sigur Árni Dam.