Birgar vil bjarga gamla Reyða Krossi

Gamli læknabáturin í Havn, Reyði Krossur, er um at vera burturbeindur

Gamli læknabáturin í Havn, Reyði Krossur, er um at vera burturbeindur.

 

Talan er um fyrra Reyða Kross, sum varð bygdur í Havn í 1919 og sum var læknabátur til 1950. Tað var Lias í Rættará í Havn, sum bygdi bátin.

 

Í 1950 gavst Reyði Krossur við sjúkraflutningi og varð árið eftir seldur Rovaraflokki Sigmunds Brestissonar í Havn. Brestir, sum báturin síðan nevndist, hevði stórt ruff, var rúmligur undir dekkinum og væl egnaður til skótavirksemi. Teir sigldu við honum kring oyggjarnar. Tað var serliga í sambandi við páska-, hvítusunnu- og summarlegur.

 

Daniel Hermansen í Hósvík keypti nøkur ár seinni, í 1957, Brest frá skótunum í Havn og ætlaði at umbyggja hann til útróðrarbát, men gjørdist sjúkur. Bróðirsonur hansara, Jógvan Hermansen, keypti deksbátin eitt sindur seinni. Hann og bróðirin Gutti fóru so at  rógva út við Toftafossi, sum báturin tá kallaðist.

 

Í 2009 keyptu Kristian og Árni Hansen í Hósvík Toftafoss. Teir plagdu at vera á Norðhavinum við snellu um várið og at seta línu viðhvørt. Seinastu tíðina tykist deksbáturin, sum hevur 165 hesta volvo penta, meir og meir at hava ligið við bryggju.

 

Nú stendur báturin á landi og verður burturbeindur fyrsta dagin, um ikki onkur fer av stað viðhonum.

 

Tað heldur Birgar Johannessen í Havn vera stórt spell.

 

– Hetta er fyrsti bátur, sum er bygdur til læknabát í Føroyum. Hetta er ein partur av hospitalssøguni, og tí eigur báturin á onkran hátt at verða knýttur at savninum í Gamla Hospitali, heldur Birgar Johannessen, sum nú hevur frætt frá eigarunum, at báturin nú verður upphøgdur.

 

– Tað er ræðuglit, um báturin ikki verður bjargaður og fingin til Havnar, heldur Birgar Johannessen, sum fleiri ferðir hevur tosað við fólk hjá Tórshavnar kommunu um at bjarga bátinum.

 

– Tey kunnu bara senda ein bil hjá Sløkkiliðnum norður eftir honum og fáa hann til Havnar. Tey kunnu seta hann undir eina presending, til støða er tikin til, hvat gerast skal. Tí so er hann bjargaður og ikki farin fyri skeyti, heldur hann.

 

Birgar Johannessen ímyndar sær, at mastur og hús verða tikin av bátinum, sum so kann umvælast og fáast í uppruna stand aftur sum lækna- og sjúkraflutningsbátur. Hann heldur ikki, at báturin skal flotast aftur.

 

– Hann eigur at standa uppi á landi innandura til framsýning, heldur Birgar Johannessen.