Birgir Andreasen fimmti

Í dag fyllir Birgir Andreasen, handilsmaður í Havn, fimmti ár. Birgir er best kendur sum Birgir í Idé-Møblum, tí hann hevur verið ímyndin av møblasølu í høvuðsstaðnum seinastu fjórðingsøldina.

Birgir Andreasen er ættaður av Oyrarbakka, hann er sonur Annu og Joan Petur Andreasen og er giftur Elsebeth, sum er ættað av Eiði. Birgir og Elsebeth eiga døturnar Joan 23 og Beintu 14 .
Hóast Birgir hevur fingist við møblar í fjórðingsøld - byrjaði sum einans 24 ára gamal »risastóra« møblasølu, so var hann kortini longu tá ein drivin forrætningsmaður, um vit so kunnu siga. Tí valla fyltur 20 ár tók hann yvir matvøruhandilin hjá Kára Müller í Tórfinsgøtu í Havn.
Fyri ta tíð var hann í læru á amboðsdeildini hjá Thomas Dam í N. Finsensgøtu.
Tað var í 1979, at Birgir og Elsebeth leigaðu seg inn í bygningin hjá P/F Jákup á Dul við Staravegin í Havn og byrjaðu eina eftir tátíðarmetum risastóra møblasølu.
Í 1982 bygdu tey stóran bygning við síðuna av, har ið Skemman er í dag. Hesin bygningur var 2.200 fermetrar til víddar. Í 1988 var so tann rættuliga risastóri bygningurin bygdur við Hoyvíksvegin. Nógv vóru tey, ið allarhelst hildu, at Birgir spenti bogan í so høgt, men hann trúði upp á ætlanina - sum kanska kundi havt eydnast, um ikki búskaparkreppan skræddi beinini undan virkseminum.
Í 1991 byrjaðu tey aftur í smáum í leigaum hølum hjá Jóhannes Berg - og frá fyrsta degi gekk væl hjá teimum. Árið eftir lótu tey upp størri handil í bygninginum hjá Havnar Timburhandli, har tey vóru til 2000, tá flutt varð í nýggja, stásiliga bygningin, sum er góðar 4.000 fermetrar til víddar.
Umframt handilsvirksemið, so hevur Birgir Andreasen saman við øðrum skipað fyri nógvum túrum til Rumenia við neyðhjálp. Føðingardagin er Birgir staddur uttanlands.