Birita í Dali forkvinna í Transparency International Greenland

Transparency International Greenland, sum hevur til endamáls at fyribyrgja mutri, valdi á aðalfundi fyri stuttum nýggja forkvinnu.

Tað er 33 ára gamla Birita í Dali, ið er av Tvøroyri, men býr í Grønlandi, sum er nýggj forkvinna. Birita er útbúgvin cand. scient. pol á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hon starvast sum serligur ráðgevi í grønlendska heimastýrinum í deildini fyri fiskiskap, veiði og landbúnað.

Birita í Dali tekur við eftir Anita Hoffer.

- Í einum lítlum samfelag, har øll kennast, og har almennaøkið er stórt, og valdið er á fáum hondum, er tað av sera stórum týdningi við opinleika og gjøgnumskygni, og tað fer Transparency International Greenland framvegis at arbeiða fyri, sigur Birita í Dali við Sermitsiaq.