Birna var ikki umborð á Polar Nanoq

Íslendska løgreglan er ikki vís í, nær og hvar Birna Brjánsdóttir varð dripin

Rættarlæknar hava við líkskoðan staðfest, at Birna Brjánsdóttir varð dripin. Enn vil løgreglan ikki siga nakað um, hvussu Birna varð dripin, ella hvussu umstøðurnar annars hava verið.

Kanningarleiðarin Grímur Grímsson sigur við íslendskar miðlar, at tey halda, at Birna varð dripin í reyða Kia bilinum, sum hevur verið sentralur í kanningararbeiðnum. Staðfest er, at Birna hevur verið í bilinum, men framvegis hevur løgreglan ikki fingið svar upp á allar royndir, sum vórðu tiknar í bilinum.

Íslendska løgreglan er ikki vís í, nær og hvar Birna varð dripin. Hetta er framvegis ein partur av kanningararbeiðnum.

Teir báðir menninir, sum eru handtiknir í málinum, vóru við grønlendska trolaranum Polar Nanoq, sum lá á Hafnarfjarðarhøft. Samleikaprógv hjá Birnu Brjánsdóttir er funnið umborð á trolaranum, men løgreglan heldur ikki, at Birna hevur verið umborð á Polar Nanoq.

Varðhaldsfongslaðu menninir nokta seg sekar í at hava dripið Birnu Brjánsdóttir, og Grímur Grímsson vil einki siga um, hvat løgreglan hevur fingið burtur úr avhoyringunum av monnunum.