Javier Echevarria Rodriguez, biskupur, leggur Tom Hanks og hinar leikararnar í filminum undir guðsspottan, og tí er hann farin at biðja fyri teimum og høvundinum Dan Brown, sum hevur skrivað bókina um Da Vinci-gátuna.
Biskupurin viðgongur, at hann hevur ikki lisið ta nógv umrøddu bókina, og at hann hevur heldur ikki sæð filmin. Kortini er hann sera harmur um ta mynd, sum bókin og filmurin geva av Opus Dei, og eftir hansara áskoðan er tað neyðugt at biðja fyri Tom Hanks og hinum leikarunum.
-Eg biði fyri Dan Brown hvønn einasta dag og eisini fyri teimum, sum hava gjørt filmin, sigur Javier Echevarria Rodriguez, biskupur, og leggur afturat, at bókin og filmurin eru talandi dømi um, at samfelagið hevur tørv á sambandi við heilagar maktir.