Bispagrøv má víkja fyri Margrethu drotning

Herfyri bleiv kunngjørt, at Margretha drotning og Heindrikur prinsur skulu hava gravstað í Sankta Birgitte-kapellinum í dómkirkjuni í Roskilde. Men nú vísir tað seg, at ein grøv er í kapellinum, og at tað er biskupurin Oluf Mortensen, sum er jarðaður har.

Tað skrivar Ekstrablaðið, og umsitingarleiðarin í dómkirkjuni, Uffe Nielsen, váttar tíðindini.

Oluf Mortensen, biskupur, skipaði fyri at endurbyggja dómkirkjuna í Roskilde, sum var illa farin av eldi í 1443. Seinni stóð hann fyri arbeiðinum at byggja Sankta Birgitte-kapellið, har hann bleiv jarðaður, tá hann doyði í 1485.

Men nú noyðist hann at flyta seg, tí Margretha drotning og Heindrikur prinsur skulu hava teirra seinasta hvíldarstað har, skrivar DR.