Bitcoin fer um hornastein og er nú 300.000 kr verd

Kryptogjaldoyrað bitcoin er hækkað ógvusliga í virði, millum annað eftir at Tesla hevur gjørt stóra íløgu

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hækkaði kryptogjaldoyrað bitcoin í dag til eitt virði upp á meira enn 50.000 dollarar – svarandi til 300.000 krónur.

Tað merkir í praksis, at tað kosta yvir 300.000 krónur at keypa eina bitcoin.

Virðið á gjaldoyranum er millum annað hækkað, eftir at elbilaframleiðarin Tesla hevur gjørt eina íløgu upp á 1,5 milliardir dollarar í gjaldoyrað og boðað frá, at tey í framtíðini ætla at góðatak bitcoin sum gjald fyri keyp frá felagnum.

– Kryptokongurin er farin um markið upp á 50.000 fyri fyrstu ferð, eftir at fleiri feløg hava givið tí so nógv gætur, sigur Naeem Aslam, sum er greinari hjá valutahandilsfelagnum AvaTrade.

– Tað eru nógvir íleggjarar, sum óttast at missa nakað, tá prísurin er við at renna undan, og nøgdin av gjaldoyranum er avmarkað.

Kryptogjaldoyrað bitcoin varð skapt í 2009 av einum ónevndum telduforritara ella bólki, sum nevndi seg Satoshi Nakamoto.

Tey fyrstu mongu árini var tað serliga tosað um bitcoin í løgnum ella myrkum krókum á internetinum. Millum annað hevur gjaldoyrað havt orð fyri verða brúkt til handlar, sum ikki tola dagsins ljós, tí gjaldingin fer fram dulnevnd.

Í dag er søgan ein heilt onnur, og bitcoin er fevnd av fleiri persónum og virkjum – herundir eisini Tesla hjá Elon Musk.

Bara í ár er virðið á bitcoin hækkað við næstan 75 prosentum.

Í 2017 hoyrdist nógv um gjaldoyrað, tá tað hækkaði frá undir 1000 dollarar í januar til yvir 15.000 dollarar í desember sama ár.

Bitcoin er í veruleikanum teldufílar, sum verða goymdir í eini »talgildari mappu« á einum harðdiski. Hon kann brúkast sum gjald, og allar flytingar verða skrásettar á einum alment atkomiligum databasa nevndur blockchain.

Tað eru umleið 18,6 milliónir bitcoin. Tær verða skaptar av serligum teldum, og tær kunnu ikki gerast fleiri enn 21 milliónir.

/ritzau/Reuters