Bjóða altjóða talvstjørnum til Runavíkar

Talvsamband Føroya hevur tikið stig til eina altjóða talvkapping, sum hevur fingið heitið Runavík Open. Arbeitt hevur verið í eina tíð at fyriskipa kappingina, og nú kann Talvsamband Føroya loksins almennakunngera, at Runavík Open verður í døgunum 21. til 28. novembur 2016.

 

Kappingin bjóðar bæði útlendskum og føroyskum telvarum til kappingina, og nú leingi hevur verið róð uppundir kappingina, er orðið komið út, og telvarar bæði í Føroyum og uttanlanda hava ótolnast eftir at tilmeldingin skal lata upp.

 

Talvsamband Føroya og Runavíkar kommuna, sum er høvuðusstuðul, samstarva um kappingina, og hetta fegnast Talvsambandið um.

 

- Vit eru sera glað fyri samstarvið. Runavíkar kommuna vísti beinanvegin áhuga, og kommunan hevur víst stóra vælvild í fyrireikingum, sigur formaðurin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang, úr Aserbadjan.

 

Føroyskir telvarar og umboð fyri Talvsamband Føroya eru nemliga í hesum døgum í Baku í Aserbadsjan á talvolympiadu, og har verður eisini kunnað um Runavík Open.

 

Kappingin verður hildin í Løkshøll. Á heimasíðuni www.runavikopen.com ber til at fylgja við hvat rørir seg í samband við Runavík Open.