Bjóða børnum á fótbóltsskúla

Aftur í ár hava børn møguleika at fara á fótbóltsskúla í Havn, í Sandavági og á Toftum.

 

Hesum boðar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum frá í dag.

 

Tað er Fótbóltssamband Føroya, sum saman við feløgunum HB, B68 og 07 Vestur, skipa fyri fótbóltsskúlunum eins og undanfarin ár.

 

Fótbóltsskúlarnir í ár verða í juni og juli mánaði.

 

Tann 28. og 29. juni, sum er seinasta vikuskiftið í juni mánaði, verður fótbóltsskúlin í Gundadali í Havn, har HB er vertur fyri skúlanum. Eina viku seinni, fríggjadagin og leygardagin 5. og 6. juli, eru tað B68 og 07 Vestur, sum hýsa fótbóltsskúlanum, ávikavist á Toftum og í Sandavági.

 

Pláss verður fyri umleið 300 luttakarum til fótbóltsskúlan í Havn, á Toftum verður pláss fyri umleið 200 luttakarum, og á skúlanum í Sandavági verður pláss fyri 100 luttakarum.