Bjóða ikki uppá alment útboðin arbeiði

- Vit eru bidnir um at geva tilboð uppá nøkur arbeiðir, og tað hava vit gjørt, men vit fara ikki í kapping við aðrar at bjóða uppá arbeiði, sum verða boðin út alment, sigur Jan Danielsen, stjóri hjá P/F Klement Petersen

Bjóða ikki

Í vikuni høvdu vit grein um ein part av virkseminum hjá fyritøkuni, P/F Klement Petersen í Saltangará, sum eitt nú hevur bygt fleiri bygningar fyri kommunur.
Fyritøkan, sum hevur eitt rættiliga stórt vøruúrval av eitt nú byggitilfari og hvítvørum, er veitari til fleiri arbeiðstakarar.
Nú P/F Klement Petersen hevur bygt fleiri almennar bygningar, eru viðskiftafólk hjá fyritøkuni farin at fregnast eftir, um fyritøkan fer at taka upp kappingina um útbjóðingar á jøvnum føti við aðrar fyritøkur.
- Nei, tað fara vit ikki, sigur stjórin, Jan Danielsen.
Hann vísir á, at P/F Klement Petersen bjóðar ikki og fer ikki at bjóða uppá arbeiði, sum verða alment útboðin.
- Vit eru bidnir um at geva tilboð uppá nøkur arbeiðir, og tað hava vit gjørt, men vit fara ikki í kapping við aðrar at bjóða uppá arbeiði, sum verða boðin út alment, sigur Jan Danielsen, stjóri hjá P/F Klement Petersen.