Bjóða øllum føroyingum at svinga í Suðuroy

Næsta leygardag verður rimmar tiltak í Suðuroy, har nýggja føroyska country-stjørnan, Hallur Joensen, fer at spæla. Har verður eisini bæði góður matur, útferð til Føroya vakrasta ferðamál og ókeypis sigling við Smyrli

Leygardagin 13. september føra allir vegir til ítróttarhøllina í Trongisvági.

Tá verður stórt tiltak har við rimmar country-dansi, plátuvendara og góðum mati.

Ætlanin er, at hetta skal ikki bara vera eitt tiltak fyri allar Suðuroyingar, men fyri allar føroyingar. Sostatt verður tað ókeypis at sigla við Smyrli dagin eftir tiltakið, sunnudagin 14. september og tað merkir í veruleikanum, at tað er ókeypis at ferðast báðar vegir, tí ferðaseðlarnir galda aftur og fram og ferðafólk skulu bara keypa ferðaseðil á veg suður.

Í Suðuroy hava handlar í Vági og á Tvøroyri leingi opið leygardagin og á kunningarstovuni á Tvøroyri ber til at melda seg til eina útferð í Hvannhaga leygardagin, sum er kosin at vera vakrasta ferðamál í Føroyum.


Føroya nýggjasta country-stjørna

Men tað verður ítróttarhøllin í Trongisvági, sum verður karmurin um høvuðstiltakið og tað verður okkara nýggjasta og bjartasta country-stjørna í løtuni, Hallur Joensen úr Klaksvík, sum fer at spæla sín frálíka tónleik til dansin alla náttina.

Í einum steðgi verður tað ongin annar enn Elis Poulsen, sum fer at venda plátum og fara fólk at svongjast, eru eisini ráð fyri tí, tí frá klokkan 20 til midnátt, verður stórt sjálvtøkuborð í matstovuni í ítróttarhøllini, so tað ber til at fáa sær ein góðan bita, áðrenn tørnað verður til á dansigólvinum.

Forsølan til tiltakið er byrjað og atgongumerki fáast fyri 200 krónur á støðuni hjá Shell í Vági og í Trongisvági og í kunningarstovuni í Havn.

Forsølan letur aftur fríggjakvøldið 12. september, klokkan 22, men tá ið tiltakið letur upp, ber til at keypa sær atgongumerki við dyrnar fyri 250 krónur.


Stuðla góðum endamáli

Tað er Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum skipar fyri tiltakinum og felagið fær alt avlopið av dansinum.

- Øll sum koma í dans hetta kvøldið, eru sostatt beinleiðis við til at arbeiðnum hjá felagnum.

Alt arbeiðið í bjargingarfelagnum er sjálvboðið og ongin einstaklingur fær nakað sum helst burturúr.

Signar Olsen vónar, at tiltakið í høllini fær góða undirtøku, tí hann heldur ikki, at arbeiðið, sum limirnir í felagnum gera av sær sjálvum, og fyri onki, tá ið neyðstøður taka seg upp, ofta í sera ringum líkindum, kann undirmetast og bjargingarfeløgini kring landið, eru mangan hent at heita á, tá ið illa veit við.


Bjargingarbát fyri 600.000 krónur

Hesi seinastu árini hevur bjargingarfelagið útvega sær nógva ymsa útgerð at brúka í sambandi við leitingar- og bjargingararbeiði og tað størsta takið í løtuni, er royndin at útvega felagnum ein serbygdan bjargingarbát, sum kostar 600.000 krónur.

Talan er um ein vatnjett bát. Tað merkir, at hann hevur onga skrúvu og tey koma sostatt ikki í trupulleikar av at fáa um skrúvuna ella av at skrúvan fær stoyt og oyðilegst og leggur bátin lamnan, tá ið siglt verður tætt undir landi.

Talan er um ein bát, sum stendur á vogni og sum sostatt er lættur og skjótur at flyta stað úr stað, har brúk er fyri honum.

Í góðum veðri gongur báturin heilar 33 míl og Signar Olsen væntar, at einaferð í heyst hava tey útvegað so frægt av peningi, at hann kann bíleggjast.

Í heyst fara fýra mans úr felagnum á skeið í at læra seg at brúka bátin. Annars hevði felagið í fjør sjey mans á skeiði í fyrstuhjálp og í ár hava fimm mans verið á trygdarskeiði.