Bjóða tvímæltum børnum málmenning

Eini 10 tvímælt børn í Eysturskúlanum hava fingið eyka tímar í málmenning í føroyskum.

Eini 10 næmingar í Eysturskúlanum hava í ár havt málmenning á tímatalvuni, tí at skúlin metir, at tey hava tørv á at læra betri føroyskt mál.

Talan er um børn, hvørs foreldur, ella í øllum førum annað, ikki tosa føroyskt. 

- - Vit dugdu at síggja, at hetta er ein trupulleiki hjá púra vanligum børnum við vanligum førleika til at læra, men tað er bara málið, sum er ein forðing, sigur Petry Hádal Johansen, serlærari í Eysturskúlanum, við Skúlablaðið.

Hon greiðir frá, at børnini í høvuðsheitum koma úr Asia og at ofta er talan um asiatiskar kvinnur, sum hava føroyskar menn. Børnini tosa ofta fyrst og fremst antin málið hjá mammuni ella enskt heima, og tað sæst aftur, tá tey byrja í skúla.

Hon greiðir frá, at børnini hava vanligan førleika at læra og fylgja væl við, men tað, at kunnleikin til føroyskt er so veikur ger, at tað verður torført hjá teimum í fleiri øðrum lærugreinum eisini.

-  Tey eru sum sagt púra vanlig børn við vanligum førleika, sum ikki kenna orðini. Børnini hava ongantíð hoyrt orðini og hava sostatt ongantíð brúkt tey, sigur hon.

Hon greiðir frá, at børnini ofta hava størst trupulleikar við at benda navnorð í føllum og at benda sagnorð í ymisku tíðunum. Hon heldur, at tað tykist sum eitt fjart fyribrigdi hjá nógvum teirra.

Hon sigur, at higartil hevur undirvísingin gingið heilt væl. Beint nú ræður tað um hjá tilflytarabørnunum at klára seg í gerandisdegnum, at klára seg í spæli. Hon sigur skilliga við tey, tá ið hon rættar tey, so er tað ikki tí, at tey siga nakað skeivt, men tí at tey kunnu siga tað betri upp á ein annan máta. Børnini rætta seg sjálv longu nú eftir nakrar fáar vikur við hesi málmenningini. So tey eru sambært Petry kanska væl á veg móti tí, sum ætlanin var.

Les alla samrøðuna við Petry Hádal Johansen í Skúlablaðnum ella á skulablad.fo.