Tað er rættiliga komið gongd á.
Tað sigur Tina Grønbech Tausen, leiðari á Fablab í Vágs Skúla. Á Fablab í Vági er ein 3D prentari og í gjár bjóðaði hon seg fram at gera hjálmgluggar til heilsustarvsfólk, røktarstarvsvólk, og onnur, sum hava nógv samband við fólk, og sum sostatt eru í serligum vanda fyri at fáa korona.
Les meiri um tað her: Gera verndarútgerð ímóti korona í Vági
Tað er ikki so lætt at fáa fatur á verndarútgerð av ymsum slagi, og boðini um, at tað ber til at gera hjálmgluggar í Føroyum, fóru skjótt um alt landið.
##med2##
Á Fablab í miðnámsskúlanum í Kambsdali er eisini ein 3D prentari og harumframt eru tað eisini nøkur privatfólk, sum hava ognað sær ein slíkan.
Úrslitið er, at nú eru Fablab í Vági og á Kambsdali, og einir tríggir privatir prentarar, farnir at penta hjálmgluggar, sum verja starvsfólk ímóti korona.
Men eru tað fleiri, sum hava ein 3D prentara, og sum hava hug at vera við, er bara at gera vart við seg, sigur Tina Grønbech Tausen.
##med3##
Hon sigur, at higartil hava tey fingið bíleggingar úr øllum landinum upp á einar 300 hjálmgluggar, men hon ivast ikki í, at fleiri bíleggingar fara at koma.
– Tann størsta einstaka bíleggingin, vit hava fingið, er upp á yvir 100 hjálmgluggar, sigur hon.
Tað eru tannlæknar, læknamiðstøðir, fysioterapeutar, optikarar, fótterapeutar, kommunur, og onnur, sum hava bílagt hjálmgluggar.
##med4##
– Fleiri av teimum hava virksemi, sum tey vóna, tey kunnu taka upp aftur eftir páskir, sigur leiðarin á Fablab í Vági.
Tilsamans kunnu tey gera einar 40 hjálmgluggar um dagin, men koma fleiri uppí, kunnu tey gera tað fleiri.
Nú koronakreppan herjar, hevur nógv verið frammi um, at tey, sum gera verndarútgerð, gera sær dælt av støðuni og hava skrúvað prísirnar upp í loft.
Men tað hava tey, sum gera hjálmgluggar í Føroyum, ikki gjørt.
– Vit selja teir fyri 10 krónur hvør, og tað er tað, tilfarið kostar, sigur Tina Grønbech Tausen. Hon sigur, at endamálið við hesum er ikki at tjena pengar, men at hjálpa til.
– Endamálið er at vísa samfelagssinni og at lata ta útgerð vit hava, vera til taks í stríðnum ímóti korona, sigur hon.
##med5##
Hon sigur kortini, at tað eru fleiri av viðskiftafólkunum, sum undrast á, at prísurin er so lágur og tey flestu leggja, sjálvboðin, nakrar krónur afturat. Tann peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til at útvega tilfar til at gera fleiri hjálmagluggar.
Men hon sigur, at brúk er framvegis fyri stuðuli og tí vónar hon, at fólk vilja veita teimum stuðul, tí so fáa tey keypt tilfar inn undir seg.
– Tilfarið mugu vit keypa uttanlands. Sum støðan er nú, liggur væl fyri at fáa tilfar, men støðan broytist alla tíðina og tað er nógv frammi um, at tað verður alsamt verri at fáa fatur á tilfari, sigur hon.
Tí vilja tey helst kunna keypa nakað inn undir seg, so at hetta ikki dettur niður fyri av rávørutroti.
Myndirnar hevur Tina Grønbech Tausen útvegað okkum.