Bjálvingargrunnurin tómur

Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin, ið Húsalánsgrunnurin umsitur, hevur ongar pengar at geva av. Grunnurin er dóttin ímillum politiskar ætlanir, og pensjónistar mugu nú leita aðrastaðni eftir lagaligum lánum

BJÁLVING

Húsalánsgrunnurin er kanska ikki so nógv frammi longur, men hann er framvegis livandi. Ein partur av virkseminum hjá grunninum er at umsita Bjálvingarstuðulslánsgrunnin. Áður hevur hesin grunnurin verið rættiliga virkin, og tað regnar enn inn við umsóknum. Trupulleikin er bert tann, at tað ikki eru nakrar pengar eftir hjá grunninum.
Í kapittul í lógini um Húsalánsgrunnin frá 1997 stendur at lesa um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin :
Endamál grunsins er at veita stuðulslán til bjálving og orkusparandi tiltøk til njótandi avlamis-, einkjufólka- og fólkapensiónistar, sum búgva í egnum húsum ella íbúð.
Tað er eisini hetta, ið er gjørt áður. Pensjónistar og onnur hava fingið sokallaða stuðulslán, sum eru lán uttan rentir. Seinnu árini hevur staðið á við at lata stuðul. Mest loyvdi stuðul er 80.000 kr. fyri hvønn bústað.
?Tað hevur verið soleiðis, at vit hava fingið eina ávísa upphædd tillutaða á fíggjarlógini, men hendan er minkað munandi seinnu árini, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri fyri Húsalánsgrunnin.
Hann sigur, at seinnu árini hevur tað víst seg, at tørvurin hevur verið fleiri ferðir størri enn játtanin.
?Tørvur hevur verið á fleiri milliónum, men játtanin hevur bert verið um 500.000. Vit hava onkuntíð áður fingið eykajáttan, sigur Jóannes Dalsgarð.
Pensjónistar og onnur søkja Húsalánsgrunni eftir stuðulslánum, men tað eru ógvuliga fáa, sum fáa ynski uppfylt.
?Eg hugsi vit lótu tað seinasta lánið í ár, men nú eru eingir pengar eftir, sigur Jóannes Dalsgarð.
Játtanin er væl og virðiliga givin út, og Húsalánsgrunnurin fær einki annað gjørt, enn at afturvísa øllum umsóknum.
?Tað vilja altíð vera pensjónistar, sum hava tørv á hesum, og nøkur er eisini kedd um, at tey ikki kunnu fáa stuðul, sigur Jóannes Dalsgarð.


Lógaruppskot gjørt
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, veit at siga, hvør orsøkin er til støðuna.
Húsalánsgrunnurin hoyrdi í sínari tíð undir hansara økið, og nú er Bill Justinussen harra yvir Húsalánsgrunnin.
?Orsøkin er tann, at tað varð samtykt ? áðrenn mína tíð - at Húsalánsgrunnurin sjálvur skuldi fíggjað Bjálvingarstuðulslánsgrunnin. Eitt lógaruppskot varð gjørt um at umskipa grunnin, men hetta varð ongantíð til veruleika, sigur Sámal Petur í Grund.
Hann vísir á, at tað hesi orsøk var tikið av játtanini, men broytingin er ongantíð komin. Eisini varð roknað við, at nakrir av pengunum fóru at koma innaftur.